Tað almenna hevur eitt hall á 500 mió. kr. Olju- og kostnaðarprísir eru høgir. Arbeiðsloysið og fráflyting er gerandiskostur. Vit kunnu róliga staðfesta, at føroyska samfelagið er í kreppu.
Hyggja vit at fiski-, ali- ferða- og tónleikavinnuni, so síggja vit, at føroyska vinnan hevur ov eintáttaðan vinnubygnað við stórum vakstrar- og produktivitetstrupulleikum. Manglandi íløgur- og útlendskur kapitalur ger, at virkini hava tað trupult við at kappast og halda sær omaná, í stóru altjóða kappingini. Vinnan er fundamentið undir vælferð okkara, og tí eiga politiskir mynduleikar saman við vinnuni at seta strategiskar langtíðarætlanir út í korti: So vit framhaldandi kunnu menna og økja um okkara framleiðslu, vørunøgd, søluvirði á kappingarførum støði.
Í dag eru flest allar føroyskar vinnur framleiðslurættaðar, heldur enn vitanarrættaðar. Hetta merkir, at eindirnar av feløgum eiga at gerast størri og effektivari, um tær skulu megna hørðu kappingina í altjóða høpi. Hinvegin áttu vit at miðað eftir vitanartyngri vinnum og hervið brúkt meiri pening til gransking, soleiðis at nýggj og spennandi produkt sóu dagsins ljós - so sum Omega 3 feittsýra úr laksi
Vit eiga at gerast enn betur til tað, vit duga og harvið granska, menna og skapa nýggj produkt, soleiðis at niche-vinnur síggja dagsins ljós, og søluvirði er munandi hægri enn fiskur, ið verður seldur óviðgjørdur av landinum. Hetta hevði ført við sær, at t.d. verkfrøðingar, bioanalytikarir, og maskinmeistarar høvdu fingið størv innan privatu vinnuna í munandi størri tali og hevði vælferð og búskapaðarvøkstur verið størri í samfelagnum enn í dag.
Landið eigur saman við vinnuni at innrætta marknaðarskipan og treytir soleiðis, at kapitalur fær smidligari gongd í íløgur. Á tann hátt er møguleiki fyri nýggjum feløgum at kappast móti teimum stóru feløgum og við fríari kapping lækka umkostnaðarstøðið her á landi.
Uttan eldsálir við frálíkum hugskotum, kunnu hvørki bankar ella tað almenna hjálpa. Tí eigur íverksetan, granskin, venture-kapitalur (grunnar) og góð ráðgeving at handilsgera hugskotini. Landsins politikarar mugu gera semju við vinnuna, at samstarva seg til eina langtíðar avtalu, soleiðis at vinnan aftur gerst burðardygg. Búskapurvøkstur skapar økta vælferð, sum kemur øllum føroyingum til góðar.
Tað eigur at verða lættari og rættari at verða vinnurekandi í Føroyum