Fótbóltspanelið verður í dag klokkan 16 á Rás2. Til ber at vinna bæði gávukort frá Fast, og tvey atgongumerki til East17, sum spæla í Luux leygarkvøldið.
Gestir í rásarúminum eru Gunnar Haraldsen úr AB, og Teitur Joensen, sum vit kenna úr EB/Streymi, KÍF, umframt at hann er fyrrverandi ítróttarskrivari.
Tosað verður um bæði føroyskan og útlendskan fótbólt.
Fyri at vera við í lutakastinum um gávukort frá Fast og atgongumerkinum til East 17 skal tú senda SMS við tekstinum "East 17" til 559999, áðrenn klokkan 16.50