Fimta umfar í Effo-deildini er á skránni í dag. Tríggir dystir eru klokkan 15, ein klokkan 16 og ein – tann í Fuglafirði – verður í kvøld klokkan 18.30.
Í morgun var illfýsið, og líkindini eru framvegis einki at reypa av. Sambært veðurforsøgnini, so fer tað at batna seinnapartin, og í kvøld verður tað heilt gott.
Seinnapartin verður hann høgur í ættini. Vindferðin verður 10-12 metrar um sekundið, tað verður turt og kalt. Hitin verður 4-5 stig. Í kvøld verður vindferðin umleið 7 metrar um sekundið.
5. umfar
KÍ-AB: Petur Reinert kl. 15.00
ÍF-EB/Streymur: Lars Müller kl. 18.30
B68-B36: Rói Jacobsen kl. 15.00
Skála-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 16.00
HB-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan undan 5. umfari
NSÍ 9
EB/Streymur 8
HB 8
B36 8
ÍF 6
KÍ 6
AB 4
Víkingur 4
B68 1
Skála 1










