Vindur: Bingja á sjógv og kampingvognar koppaðir

Nakað av vindi hevur verið í kvøld, og fleiri fráboðanir um skaðar hava verið

Á politistøðini í Havn hava tey havt nakað at gera í kvøld av fráboðanum í sambandi við vind.

 

Tað var nakað av vindi fyrst vestanfyri, og tá kom fráboðan úr Sørvági klokkan 20:30 um ein byggipall, sum stóð við eini hús í trimum hæddum, ið um at koppa av vindi.

 

– Vit fingu fatur á eigaranum, sum fekk fólk at hjálpa sær, so skaði ikki stóðst av hesum, sigur vakthavandi.

 

Síðani komu fráboðanir úr Eysturoy, fyrst úr Rituvík um hálvgum tíggjutíðina, har ein vindskeið var rivin og vandi var fyri eini tekju. Síðani komu fráboðanir úr Norðagøtu. Har var ein bingja farin á sjógv, ein kampingvognur koppaður við fótbóltsvøllin og ein annar á havnarlagnum.

 

Umframt ferðsluóhapp og vind, so hevur politiið eisini tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning. Annar teirra hevði bakkað á ein rút, og hin varð tikin í býnum.