Vinabridge í Klaksvík

Tey hugna sær óført saman hesar dagarnar í Klaksvíkar og Kópavogs Bridgefelag. Tey bæði feløgini hava skiftst um at vitja hvørt annað líka síðani 1969

Tað eru neyvan øll sum vita, at vinabýarsamstarvið millum Klaksvík og Kópavog í Íslandi byrjaði við kortspæli. Í 1969 fór Klaksvíkar Bridgefelag nevniliga ein túr til Kópavog at kappast móti bridgefelagnum har. Eftir væleydnaðu vitjanina mentust nógv vinarløg millum kortspælarnar og úrslitið var, at kommunurnar báðar tóku upp vinabýasamstarvið, sum hevur verið líka síðani.
40 ára vinalag
Mikudagin fekk Klaksvíkar Bridgefelag so aftur vitjan av Bridgefelagnum í Kópavogi. Tey bæði feløgini hava skiftst um at vitja hvønn annan annað ella triðjahvørt ár í skjótt fjøruti ár, so vinaløgini eru sum vera man vorðin mong hesi árini.
- Vit hava kenst so leingi nú, so tú kanst ætla, at vit gleða okkum nógv at hittast aftur. Sjálvt um hesar vitjaninar sum oftast eru stuttar, syrgja vit fyri at fáa góða tíð at práta saman og hugna okkum. Vit búgva altíð hjá hvørjum øðrum privat, og hugnakvøld og útferðir eru fastir tættir, tá vit hittast, sigur Mogens Højsted í Klaksvíkar Bridgefelag, sum longu hevur verið við gestunum í  Christianskirkjuni, á Norðoya Fornminnissavni og á Føroya Bjór.
- Tað er kanska eitt sindur ringt at finna uppá nakað nýtt at vísa teimum, tí tey flestu hava verið í Klaksvík so ofta nú. Men tað ger onki, tí vit hugna okkum óført saman, sigur Mogens.
Kappingar og veitsla
Kortspælið verður tó ikki gloymt, og longu hóskvøldið var fyrsta parkappingin millum feløgini, og fríggjakvøldið stendur so liðkappingin á skránni. Kappingarnar enda leygardagin við eini sokallaðari blandaðari parkapping, har pørini eru sett saman av einum íslendingi og einum føroyingi. Tá kappingin er av, verður sjálvandi stóra veitslan, sum eisini er ein fastur táttur á hesum vitjanunum. Sunnudagin fara tey øll so til Viðareiðis at eta ein góðan bita hjá Mamy Sørensen, løgtingslimi, sum eisini eru limur í Klaksvíkar Bridgefelag. Ferðin endar mánadagin, tá gestirnir fara aftur til Íslands, men um tvey ár hittast tey aftur, tá Klaksvíkar Bridgefelag fer til Kópavogs.
- Eg haldi fleiri av okkum eru longu byrjað at gleða okkum til næsta túrin til Íslands, tí teir plaga at vera frálíkir. Landið er jú so ómetaliga stórt, so vit plaga at fara við Norrønu, so vit kunnu hava bil við. Seinast koyrdu vit úr Seyðisfirði runt alt Ísland og aftur til Seyðisfjarðar, so vit hava sæð heilt fitt av Íslandi nú, sigur Mogens.
Bitin av spælinum
Sjálvur hevur Mogens verið limur í Klaksvíkar Bridgefelag í eini 10 ár, og hann gerst bara meir og meir bitin av kortspælinum. Mogens heldur, at eitt tað mest hugtakandi við hesum spælinum er, at tú ongantíð verður liðugur at læra tað. Tú kanst lesa nógvar tjúkkar bøkur, men finnur bara út av, hvussu lítið tú veist, og hvussu nógv er eftir at læra. Og so er tað sjálvt spælið, sum er so ótrúliga spennandi.
- Tað ræður um at fylgja við allatíðina og hava skil á hvørjum einasta korti, sum er farið. Og eisini teimum, sum ikki eru farin, tí tú mást eisini allatíðina hugsa frameftir og meta um, hvussu mótspælarin fer at spæla næstu kortini. Onkur sigur, at bridge í so máta líkist eitt sindur talvi, og tað er ikki so óvanligt, at telvarar eisini gerast góðir bridgespælarar. Um tað eisini er øvut, veit eg ikki. Lat meg bara halda meg til bridge, tað er meir enn ríkiligt. Sum ein av teimum gomlu í felagnum segði, tá hann gavst: Nu kann vera nokk, tí tá eg ikki spæli bridge, snakki eg um bridge, flennir Mogens.
Ì løtuni er Klaksvíkar Bridgefelag í aðru deild, men ambitiónunum feila onki.
- Ein av dámunum er við á kvinnulandsliðnum, so vit hava góðar kreftir. Men skulu vit koma í fyrstu deild, hevði tað hjálpt við enn fleiri. So tað er bara um at halda seg framat, vit hava altíð pláss fyri nýggjum limum í Klaksvíkar bridgefelag, sigur Mogens Højsted.