Vilt tú, at ES og Danmark reka uttanríkispolitikk vegna Føroyar?

Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
----

Sild og makrelur. Helst tvey orð, ið hava verið tey oftast nevndu í miðlunum undanfarnu mánaðarnar, og hetta er ikki uttan orsøk. Tí talan er um ovurstór virðir fyri land, vinnu og fólk – fyri okkum øll. Men hetta málið er eisini so ómetaliga nógv meira enn fiskur og fíggjarlig virðir. Tí silda- og makrelmálið hevur eisini týðiliga avdúkað sera óhaldbæru støðu Føroya uttanríkispolitiskt.
Verandi støða ein stórur vansi
Tí vit eru í eini óskiljandi hvørki-støðu, har vit hvørki eru sjálvstøðugt land í uttanríkispolitiskum høpi, og heldur ikki eru partur av øðrum landi og samveldi. Henda støða er ein stórur vansi fyri menningarmøguleikar okkara sum land og fólk. Stundin er fyri langari tíð síðan komin til, at heimtaka fullu ábyrgdina, eitt nú, av tí sera týðandi uttanríkispolitikki føroyinga.
Danmark útveitir uttanríkispolitikk til ES
Í dag lata vit donskum myndugleikum ábyrgdina av okkara uttanríkispolitikki, samstundis sum Danmark letur stóran part av teirra uttanríkispolitikki víðari til Europeiska Samveldið (ES) at avgera. Hetta hvørki er ella verður ein haldbær støða fyri føroyingar.
Tá Føroyar samstundis ikki eru limir í ES, og støður gerast til veruleika, har ES (og harvið eisini Danmark, ið umsitir okkara uttanríkispolitikk) hevur onnur áhugamál enn vit, og vil áleggja okkum handilsboykott, tá gerst støðan heilt margháttlig.
Mótstríðandi áhugamál millum danskt/ES vinnulív og føroyskt vinnulív
Vit hava øll eygleitt, hvussu danska pelagiska vinnan so sera greitt hevur boðað alment frá, at hon ynskir at føroyingar verða revsaðir fyri, at krevja tey rættindi, ið vit hava fullan rætt til í egnum landi og sjóøki. Eisini hava hesi somu umboð fyri donsku vinnuna verið á fundi við ES og kommisserin fyri fiskivinnumál – Mariu Damanaki – og greitt henni frá teirra støðu til málið.
Samstundis fráboðar danski ráðharrin, at teirra embætisfólk fara at atkvøða ímóti handilsboykotti mótvegis føroyingum, men at tey politiskt og í praksis fara at fylgja meirilutanum í ES, og fremja handilsboykott mótvegis føroyingum í verki. Júst sum pelagiska vinnan í Danmark og í ES ynskir.

Danmark umboðar donsk áhugamál – ikki føroysk
Tað er so sera týðiligt at fráboðanin hjá danska ráðharranum bert er til fyri at sissa føroyingar. Hví mundi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, eisini velja at koma til Føroya og mitt í hesari politisku orrustuni ? Hon skal sjálvandi vera vælkomin á vitjan, men ongin ivi er um, at talan er um ein sjónligan politiskan “sjarmu offensiv”, ið kravdist nú danska stjórnin fer at fremja handilsboykott mótvegis føroyingum, og enntá stongja havnir fyri føroyskum skipum.
Støðan er, enn sum áður, so sera greið. Danska stjórnin stuðlar danskari vinnu – ikki føroyskari.

Alt ov lítið gjørt frá danskari síðu
Um Danmark vildi forðað átøkum móti Føroyum, so varð hetta málið sett fram sum eitt aðalmál frá donsku stjórnini mótvegis ES fyri langari tíð síðan. So hevur als ikki verið.
Hví hevur danska stjórnin ikki fyri langari tíð síðan víst ES til rættindi føroyinga í egnum sjóøki, og hótt ES við altjóða havrættardómstólinum og gerðarrætti ? Og hví hevur danska stjórnin ikki virkað eins hart fyri, at Føroyar hava rætt til síni kravdu fiskirættindini í egnum sjóøki, eins væl og danska stjórnin hevur stríðst fyri, at Danmark skuldi spara 1 mia. í limagjaldinum til ES ? Hetta seinna var jú eitt mál, ið varð sett ovast á uttanríkispolitisku dagsskránna. So hevur als ikki verið viðvíkjandi handilsboykotti mótvegis Føroyum.
Tapið fyri Føroyar av handilsboykotti kann gerast lutfalsliga so ómetaliga nógv størri enn henda 1 mia. fyri danska búskapin, men hevur hóast hetta als ikki fingið somu raðfesting.
Bara tað, at danska stjórnin longu hevur fráboðað, at Danmark fer at stongja havnir mótvegis føroyskum skipum, um ES samtykkir handilsboykott og havnastongsul, sigur ikki so lítið.
Hví skal ES kenna seg trýst at steðga við ætlanunum um handilsboykott ?
Neyðugt við fullum limaskapi í altjóða samfelagnum
Støðan í dag er alt annað enn nøktandi. Tí av óskiljandi orsøkum, hava føroyingar latið dønum ræðið á føroyskum uttanríkispolitikki. Hetta merkir, at Føroyar og føroyingar hava sera avmarkaðar møguleikar at nýta tey amboð og teir møguleikar sum fullur limaskapur í Sameindu Tjóðum (ST), Altjóða handilsfelagsskapinum (WTO), Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum, Altjóða Hvalaveiðufelagsskapinum og øðrum felagsskapum vildi givið okkum. Altjóða felagsskapir, ið høvdu givið okkum rættindi, amboð, møguleikar í altjóða høpi. Hartil koma allir hinir møguleikarnir, ið høvdu fylgt við sjálvstøðugum altjóða limaskapi, eitt nú fullur limaskapur í OL og Eurovision. Hetta hevði verið ein ómetaliga góð marknaðarføring av Føroyum og føroyskum vørum og tænastum, umframt ein lopfjøl og stórur menningarmøguleiki fyri føroyskan ítrótt og tónleik.
Framtíðin er Føroyar – ikki “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”
Í staðin er tað í dag Danmark og danska stjórnin, ið vegna okkum, skal samskifta við altjóða felagsskapir so sum ST og WTO. Sjálvt tá Danmark og Føroyar eru ósamd og hava mótstríðandi áhugamál, so umboða vit ikki okkum sjálvi. Tað hava vit eitt nú sæð dømi um í Altjóða Hvalaveiðufelagsskapinum, og síggja tað aftur í silda- og makrelmálinum.
Um málið um silda- og makrelósemjuna endar hjá altjóða dómstóli, so verða tað ikki Føroyar, ið stevna ES. Tað verður Danmark – ið vegna “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” – ið stevnir ES og harvið eisini stevnir “Kongeriget Danmark”, ið er ein partur av ES. Ikki undarligt, at danska stjórnin ikki hevur ynskt at fara rættarvegin, tá tey á ein hátt, stevna sær sjálvum.
Ein heilt undarlig støða, ið sjálvandi er til vansa fyri okkum.

Føroyar mangla ein greiðan samleika í altjóða høpi. Vit eru ikki Føroyar og vit eru ikki Danmark. Vit eru “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Hetta gevur onga meining.
Hví velja hesa loysnina ? Er nakar føroyingur, ið heldur hetta vera í lagi ?

Ólógligt ES boykott?
Vit skulu hartil als ikki góðtaka at virka undir handilsboykotti frá ES og Danmark. Verður fráboðaða handilsboykottið til veruleika, eiga vit at nokta at samráðast so leingi hetta eru í verki. Tí undir tílíkum umstøðum ber als ikki til at samráðast sum javnbjóðis partar.
Tað er eisini sera ivasamt um ES hevur rætt til, sambært altjóða lóggávu, at fremja tey átøk, ið ætlanin er at fremja.
Alt ov lítil samanhangur (proportionalitetur) er millum hending og avleiðingarnar av fráboðaðu átøkunum.
Hartil kemur, at Føroyar og føroyingar hava fullan altjóða rætt til at gangnýta tað tilfeingið, ið er í okkara sjóøki. Samstundis sum vit hava skyldu at samráðast um ferðandi fiskastovnar við strandalondini. Hetta hevur verið roynt tá umræður sild, men hevur ES higartil noktað at samráðast um nýtt býti. Í makrelmálinum hava nøkur samráðingarumfør verið, men ikki viðvíkjandi sildini. Tí er tað ES, ið hevur brotið samráðingarrætt føroyinga, og altjóða rættindi okkara til samráðingar tá umræður sild, og tað er vegna sildina, ið ES nú ætlar at seta í verk handilsboykott.

Mangla strategiskan langtíðar uttanríkispolitikk
Tað eru tó fleiri partar í hesum máli, og eiga vit okkara leiklut. Føroyingar mugu og skulu duga betur at fremja ein langtíðar uttanríkispolitikk, ið hevur til endamáls at røkka teimum málum, ið vit ynskja, m.a. tá umræður fiskirættindi.
Framyvir verður tað vónandi so, at tá vit meta okkum eiga størri lut í ávísum fiskirættindum, eigur ein miðvís og støðug hækking av okkara krøvum til rættindi/kvotur – eitt nú av makreli og sild – at verða sett fram í strandalanda samráðingunum yvir eitt áramál. Sjálvandi saman við sera væl grundaðum vísindaligum tilfari, ið Havstovan skal fáa neyðuga tilfeingið til at fáa til vega.
Harvið sleppa vit í framtíðini undan eins ógvusligum hækkingum í krøvunum, sum vit síggja tá umræður sild og makrel í dag, har krøv okkara eru hækkað úr 4% uppí 15% av samlaðu makrelkvotuni, og úr 5% upp í 17% av samlaðu sildakvotuni so at siga í einum.
Hartil er ongin ivi um, at tað hevði gagnað við meira strategiskum samstarvi tvørturum landamørk. Flestu lond gera tað tey kunnu fyri at røkja egin áhugamál, men ofta gagnar tað fleiri londum, um hesi ganga saman í eitt strategiskt langtíðar samstarv. Tí skuldu vit sjálvandi fyri langari tíð síðan fingið eitt skipað samstarv við hini londini, ið eisini eru í samráðingum mótvegis ES. Eitt nú Ísland, Grønland og Rusland. Hesi lond fylgja í hesum døgum neyvt við, hvat ES ger mótvegis Føroyum í løtuni. Ongin ivi er um, at ongi av hesum londum vilja finna seg í handilsboykotti frá ES, bara tí ES ikki fær júst tað, ið samveldið vil, og enntá uttan at royna samráðingarvegin til fullnar.
Vit kunnu tí í ávísan mun fyribyrgja at líknandi støður, sum núverandi støðan, endurtaka seg í framtíðini, við einum strategiskum langtíðar uttanríkispolitikki, og eini samsvarandi vísindaligari uppraðfesting.

Heimtøka av uttanríkispolitikki á Ólavsøku
Hetta málið hevur stóran skund. Tí fyri hvønn dag, ið vit útseta avgerðina gerst kostnaðurin enn størri fyri allar føroyingar og føroyskt vinnulív.
Um landsstýrið og samgongan ynskja tað besta fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið – bæði nú og framyvir – eigur í minsta lagi mál um heimtøku av uttanríkispolitikki føroyinga, at verða lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku. Samstundis má sokallaða “uttanríkispolitiska heimildarlógin” setast úr gildi. Um samgongan ikki leggur málið fram, so vil Tjóðveldi gera hetta – einaferð enn.
Síðan má Løgtingið velja um føroyskur uttanríkispolitikkur framhaldandi skal verða framdur av donsku stjórnini og ES, ella um føroyingar og landsstýrið skulu stjórna egnum uttanríkispolitikki vegna føroyingar, føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið.
Veruleikan framum undanførslur
Allar tær vanligu undanførslurnar um, at hetta ikki ber til vegna lóggávu, eitt nú donsku grundlógina, eru bert politiskar undanførslur. Tí uttan mun til um flokkar eru ymiskir á máli um, hvørt henda lóg er galdandi fyri Føroyar, so er veruleikin tann, at Danmark hevur latið stóran part av teirra sjálvræði og uttanríkispolitikki til ES. Tí eigur ongin forðing vera fyri, at lata føroyskan uttanríkispolitikk til føroyingar sum skjótast. Heimtøka av ábyrgdini av føroysku undirgrundini og egnar føroyskar fiskivinnusamráðingar eru eisini mál, ið eru lýsandi dømi um, hvussu tað ber til at víðka eina lógartulking - um vilji er til hetta.
Nú er tann stundin ...
Landsins leiðsla má “vakna” nú. Má lata eyguni upp og síggja, at verandi uttanríkispolitiska støða føroyinga er fullkomiliga óhaldbær og til stóran vansa bæði fyri fólk, vinnu og samfelag.
Alneyðugt er, at taka ítøkilig stig fyri at broyta støðuna. Um hetta ikki hendir, so hava vit ikki eina leiðslu, ið røkir áhugamál føroyinga til fullnar.
Tað sum krevst er ein leiðsla, ið “vaknar” og fremur hetta framstig í verki. Tí sjálvandi skal uttanríkispolitikkurin hjá føroyingum ikki verða rikin av ES og Danmark, men av landsins leiðslu her í Føroyum.