Hann var ikki lættur at fáa eyga á, tann grái nósin, ið lá á grásvarta asfaltinum oman fyri FK handilin á Tvøroyri leygardagin. Men bilar og fólk støðgaðu og spurdu seg, og hvønn annan, hvaðani hesin mundi koma og hvat hann gjørdi so langt burtur frá sínum vanligu - og heldur váttligu - umstøðum?.
Tað bleiv ringt í eystur og vestur, og myndugleikar fingu boð, men tey flestu mundu halda fólk vera blivin frá sær sjálvum, ella at talan var um eina roynd at arga og lumpa.
Nósin ók eina løtu á vegnum, og legði so leiðina oman í grasið niðanfyri vegin.
Men sum so ofta, so er ein skilagóð frágreiðing. Tvær smágentur, ið komu framvið, vistu at siga fjøldini, at abbin, ið búði tættt við, hevði havt nósan heima við hús, og at hann var á veg eftir honum. Og rætt var. Maðurin fór við nósanum, hesin leikurin var av og ein frágreiðing var nú uppá, hvussu hesin nósin endaði so ovarliga á alfaraveg. Hann var stutt sagt rýmdur heiman.










