Villi laksurin í vanda

Við verandi gongd er vandi fyri, at villi laksurin fer at doyggja út í Noregi.

Minni og minni av villum laksi er at síggja í teimum norsku áunum, og norska deildin hjá World Wildlife Foundation sigur seg nú bera ótta fyri, at tann villi laksurin fer at doyggja út. Í einari nýggjari frágreiðing hjá felagsskapinum stendur millum annað, at kanningar í 200 norskum áum vísa, at har er tann villi laksurin minkaður so nógv, at tað kann benda á, at hann er um at doyggja út.

 

-Hetta er ein ræðandi gongd, sum vit mugu taka í størsta álvara, sigur fiskivinnuráðgevin hjá WWF, Maren Esmark, við blaðið VG. Hon heldur, at tað eru serliga dálking, vatnorkuútbyggingar og laksaparasitturin Gyrodactylus salaris, sum hótta tann villa laksin.

 

Jarle Steinkjer, sum starvast í norska stýrinum fyri náttúruumsiting, stúrir eisini fyri gongdina við tí villa laksinum. Hann sigur við VG, at tað eru fleiri ár, síðani minkingin byrjaði, men at nú er stovnurin vorðin so lítil, at okkurt má gerast.

 

 

Minni sleppur út

 

Í sambandi við trupulleikarnar hjá tí villa laksinum hevur ofta verið víst á, at alt ov nógvur alilaksur sleppur úr ringunum, og at tað er óheppið fyri tann villa laksin. Tey seinastu árini hava norðmenn lagt stóran dent á at forða fyri, at aldur laskur skal rýma úr ringunum, og hetta arbeiðið vísir seg nú at geva úrslit.

 

Sambært norska alarafelagnum hava alararnir mist 247.000 fiskar higartil í ár, og tað er nógv minni enn fyrra hálvár í fjør, tá umleið 800.000 fiskar sluppu til rýmingar úr alibrúkunum.

 

Av teimum 247.000 alifiskunum, sum eru slopnir til rýmingar í ár, vóru 32.000 laksar. 165.000 síl og 77.000 toskar fóru eisini til stroks, sigur alarafelagið.