Villeiðandi upplýsingar ? villeiðandi propaganda

   

Í samband við ein fyrispurning frá Jóannesi Eidesgaard til Høgna Hoydal um, hvussu stóran part vit veruliga nýta av blokkinum, søgdu umboð fyri Sambands- og Javnað-arflokkin tað enn einaferð. Nevniliga, at høvdu vit fram haldandi havt endurgjaldsskipanina heldur enn blokkin, so vóru almanna- og heilsu- og skúlaøkið væl betur útbygd og dagførd. Tá vit høvdu endurgjaldsskipanina, var tað soleiðis, at danir høvdu ábyrgdina av nevndu økjum. Tann peningur, sum kom inn í skatti og avgjøldum kundi tí nýtast til onnur endamál.
Longu mitt í sjeytiárunum vórðu danir greiðir yvir, at best var hjá teimum at sleppa undan endurgjaldsskipanini, annars kundi endin væl verið tann, at teir komu at hanga upp á eitt ovurhondsdýrt føroyskt almanna- og heilsuverk og ditto skúlaverk. Men føroyingar vildu ikki so fegnir hava aðra skipan t.d. blokkskipanina, sum vit hava ídag.
Hóast føroyingar ikki tóku av tilboðnum um blokkstuðulsskipan tá, so fóru danir beinan vegin í sjeytiárunum at virka sum um blokkstuðulsskipanin longu var sett í verk. Danir góvust nevniliga í sjeytiárunum at við at útbyggja og dagføra almanna- og heilsuøkið. Og tað sama var galdandi fyri øll øki, sum danir vardu av. Við hesum vildu teir tvinga føroyingar at taka egna ábyrgd av útbyggingini og dagføringini av samfelagnum. Teir vildu tvinga føroyingar til sjálvar at raðfesta, hvussu peningurin bleiv nýttur. Og teir fingu sín vilj. Tíbetur. Blokkurin bleiv veruleiki 1988. Og føroyingar yvirtóku fleiri útbyggingar og dagføringar uppgávur. Áðrenn ta tíð vóru føroyingar sjálvir farnir undir at útbyggja og dagføra almannaøkið, sum teir eisini rindaðu fyri.
Tá blokkurin kom, yvirtóku vit tískil ikki eitt almanna- og heilsuøkið, sum danir høvdu útbygt og dagført. Og mær lysti at møtt tí, sum vil mótmæla, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava útbygt og dagført almannaøkið til tað, tað er ídag. Mær lysti at hoyrt grundgevingarnar.
Niðurstøðan av hesum kann tí ikki vera onnur, enn at føroyska almannaverkið ikki bleiv útbygt og dagført, fyrr enn føroyingar sjálvir fingu ábyrgdina av tí. Og niðurstøðan kann heldur ikki vera onnur, enn at føroyingar hava nýtt blokkin til m.a. at útbyggja og dagføra almannaverkið.