Venjarin hjá Chelsea, Andre Villas-Boas, væntar, at tað verður sera hørð kapping um meistaraheitið í Premier League.
- Tað verður tætt í ár kanska tættari enn nakrantíð. Vit mugu bara kempa og vinna so nógvar dystir sum møguligt, sigur Villas-Boas við BBC.
Chelsea vann Premier League í 2009/2010. Men síðsta kappingarár vann Manchester United. Tað vóru Chelsea-leikararnir harmir um.
- Teir flestu av hesum leikarunum vóru við síðsta kappingarár, tá vit ikki gjørdust meistarar. Hetta vóru teir vónbrotnir um. Tí eru allir sera uppsettir uppá at vinna meistaraheitið aftur.
Chelsea hevur 16 stig aftaná 7 umfør. Manchester feløgini, City og United, eru fremst við 19 stigum.
Neli Heldarskarð, praktikantur









