Villa og City úti av Carling Cup

Nú komið er til fjórða umfar av enska Carling Cup, má veitrast farvæl við fleiri Premier League feløg. Kvøldsins stóra merkisverda úrslit framdi Brighton, sum sló Manchester City úr kappingini. Felagið, sum til dagligt leikar í triðbestu deildini, hevði á heimavølli fingið úrslitið 1-1 við sær, áðrenn farast mátti í longda leiktíð. Her kom Brighton fyrst á odda, men Stephen Ireland sendi liðini út í brotsparkskapping, tá ið hann javnaði til 2-2. Í brotsparkskappingini var Brighton omaná, og verjuleikarin Michael Ball gjørdist syndabukkurin hjá Manchester City, eftir at hann, sum einasti leikari, hevði misnýtt sítt brotsspark. Eisini Aston Villa mátti lúta fyri liði úr lægri deild. Aston Villa, sum hevði nógvar eykaleikarar í uppstillingini, tapti 0-1 fyri Queens Park Rangers úr næstbestu deildini. Damion Stewart skoraði einliga málið tá ið 57 minuttir vóru leiktir.