Vejle BK og Viljormur Davidsen eru nú eitt stig frá Superliguni, eftir at hava vunnið 1-0 á Fredericia í dag. Í triðjbestu deildini kom Finnur Justinussen á máltalvuna í 1-1 javnleikinum móti Kjellerup.
Vejle BK hevði Viljorm Davidsen við frá byrjan, tá liðið frammanfyri næstan 10 túsund áskoðarum vann 1-0 á Fredericia. Eitt umfar er eftir av næstbestu deildini, og Vejle BK er trý stig frammanfyri Esbjerg, sum tó hevur eina betri málúrtøku. Tí kann uppflytingin gleppa, um Vejle tapur og Esbjerg vinnur í seinasta umfarinum.
Í triðjbestu deildini spæla Næstved og Finnur Justinussen eisini fyri uppflyting. Næstved liggur á øðrum plássi og spældi móti beinleiðis kappingarneytanum, Kjellerup, ið liggur á triðja plássi. Tvey lið flyta beinleiðis upp.
Finnur Justinussen legði Næstved á odda, men Kjellerup javnaði. Við javnleikinum er Næstved framvegis fimm stig frammanfyri Kjellerup.