Viljormur Davidsen var á vøllinum frá byrjan, tá Vejle BK tapti í fyrsta umfari í donsku Superliguni fyri AGF. Tað vóru yvir sjey túsund áskoðarar á CERES PARK & ARENA í Aarhus og koronatilmælini vóru ikki hildin. Tað hevur fingið avleiðingar.
Á vøllinum vann AGF greiðan 4-2 sigur á uppflytarunum úr Vejle BK. Føroyski landsliðsspælarin, Viljormur Davidsen, spældi frá byrjan á vinstra bakkinum og bleiv skiftur út eftir 63 minuttir. Tað var 3-0 til AGF, áðrenn Vejle minkaði um munin tvær ferðir. AGF setti punktum í yvirtíðini við máli til 4-2.
Tað vóru 7.547 skrásettir áskoðarar til dystin. Her eydnaðist ikki AGF at fáa áskoðararnar halda koronatilmælini. Hetta verður mett at hava havt eina ávirkan á, at donsku myndugleikarnir í dag hava gjørt nýggj tiltøk, sum siga at bara 500 fólk sleppa til Superliga fótbólt í næstum. Í komandi umfari møtast millum annað Brøndby og FCK.
Hallur Hansson og AC Horsens taptu eisini í fyrsta umfarinum. AC Horsens tapti 3-0 fyri Randers FC.
##med2##
##med3##