Viljormur skoraði í stórsigri

Vejle tók eitt týðandi fet frá botninum í dag

Seinnapartin í dag tók Vejle ímóti botnliðnum, Fredericia í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gekk framúr hjá Vejle, sum vann 4-0, men talan var um eina ymiska, persónliga uppliving fyri teir tríggjar føroysku landsliðsspælararnar.

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin á tamb, og skoraði til 2-0 til Vejle í 37. minutti við einum frísparki. Jóan Símun Edmundson hevði avgjørt møguleikar til eisini at koma á maltalvuna, men hann tók ikki av, og var toftamaðurin skiftur út, tá 73 minuttir vóru farnir.  Sonni Ragnar Nattestad fekk tíverri onga spælitíð í dag. 

 

Talan var um ein týðandi sigur fyri Vejle, sum kom uppá 28 stig, og eru nú átta stig niður til niðurflytingarstrikuna. Har liggur júst Fredericia við 20 stigum, so nú hevur Vejle veruliga luft niður til tey aftastu liðini í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini.