TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við verjuspælaran, Viljorm Davidsen aftaná 0-1 tapið ímóti Rumenia.
Viljormur staðfesti, at menn vóru óðir í skiftirúminum aftaná tapið, tí teir kendu allir á sær, at Føroyar saktans kundi fingið stig ímóti Rumenia í dystinum fyrr í dag.