Viljormur Davidsen hevur leingi verið sjálvskrivað val á vinstra vongverja hjá Vejle Boldklub í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Føroyski landsliðsspælarin er framvegis í Vejle, og har verður tað framvegis roknað við honum.
Men nú verður kappingin um plássið í vinstra borði í verjuni størri, enn hon higartil hevur verið.
Vejle Boldklub hevur nú skrivað undir sáttmála við nýggjan vinstra vongverja. Talan er um 22 ára gamla Victor Wernersson úr Svøríki. Hann er uppaldur í Mammø og hevur síðstu árini spælt við Syrianska í næstbestu svensku deildini. Talan er um trý ára sáttmála við nýggja spælaran.
-Saman við Viljormi Davidsen fer nýggi spælarin, sum er framrættaður og hevur lagt upp til nógv mál, at kappast um plássið í vinstru síðu. Tilsaman hava teir eginleikararnar, sum okkum tørvar, verður sagt á heimavíðuni hjá Vejle.
Nýggi spælarin fer í morgin at venja fyrstu ferð saman við Viljormi Davidsen og hinum liðfeløgunum.