Viljormur er klárur at byrja

Velur Lars Olsen at byrja við Viljormi Davidsen hóskvøldið, er verjuleikarin klárur at taka av møguleikanum

Eftir drúgvan skaðasteðg er Viljormur Davidsen aftur á føroyska landsliðnum. Hann hevur sitið uttanfyri við skaða heilt síðani at Føroyar spældi á útivølli móti Rumenia.

 

Viljormur Davidsen sigur, at tað kennist væl at vera aftur á landsliðnum.

 

-       Tað er deiligt at vera aftur á landsliðnum, og tað er altíð nakað serligt at spæla landsdystir.

 

Hóast Viljormur Davidsen fyri kortum er komin fyri seg eftir drúgva skaðan, er hann tó klárur at byrja, um Lars Olsen velur at byrja við honum hóskvøldið.

 

-       Eg merki einki til skaðan, og eri fysiskt væl fyri. Eg skal sjálvandi venja meg við tempoið, men eg kenni meg tryggan og mentalt væl fyri, um Lars velur at brúka meg á vinstra bakki hóskvøldið.

 

Útfrá venjingini hjá tí føroyska landsliðnum í morgun, er eisini nógv ið bendir á, at Viljormur Davidsen fer at byrja á vinstra bakki fyri føroyska landsliðið hóskvøldið.