Viljin at vilja

Politikkur er at vilja. Hesi eftirhondini nógv slitnu orðini átti kendi og virdi svenski javnaðarmaðurin, Olof Palme.

Hetta eru vísdómsorð. Og tað er rætt: Politikkur er at vilja! - Men at vilja hvat? Tað er ein rættiliga avgerandi spurningur at seta sær. Ein spurningur, sum vit ting- og landsstýrisfólk áttu at dvølt við eina løtu....

Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu vit vilja tað besta fyri samfelagið. Tí hava vit fleiri politiskar flokkar við hvør sínum besta vilja. Men snýr viljin seg um okkum sjálv; at halda fast við okkara egnu umboðan, okkara egnu spennandi álitsstørv og viljin fyri samfelagnum, fyri fólkinum samstundis er trupul at hóma, so eru vit á vandakós.

Høvi til rannsakan
Seinastu drúgvu tíðina hava vit hoyrt meira um “ikki at vilja” enn at vilja. Bløð, útvørp, sjónvarp og portalar hava verið á tremur við fráboðanum frá fólkavaldum politikarum og landsstýrisfólkum um, hvat tey “ikki vilja”. Og soleiðis hevur eisini verið í sambandi við Ólavsøkurøðuna í ár.

Vit hava hoyrt og lisið um viljan hjá einstaku landsstýrisfólkunum á teirra egna øki. Men eftir stutta løtu er komin fráboðanin um “ikki at vilja”.

Hetta átti helst at givið okkum øllum eitt høvi at hugsa eina løtu. At hugsa, um ikki veljarin - okkara arbeiðsgevari - setir størri álit á okkara førleika til at vilja, heldur enn til okkara fráboðanir um ikki at vilja.

Jú, politikkur snýr seg um at vilja. Ein politikkari má vilja. Ein flokkur má vilja í felag. Og ein samgonga má sanniliga eisini vilja í felag.

Góð parlamentarisma
Í júst farna tingári sóu vit oftari enn vanligt, at eitt samt løgting vildi í felag. Hetta var galdandi í fleiri týdningarmiklum avgerðum. Helst vóru mest týdningarmiklu av hesum samtyktin av játtanarkarminum fyri 2011 og fráboðanin um pensjónsreform. Hetta er at fegnast um og boðar frá nýggjum vindum við góðari parlamentarismu.

Men sjáldan hoyrdu vit frá landsstýrinum ella samgonguni um at vilja í felag. Heldur tvørturímóti...

Hetta samfelagið hevur brúk fyri reformum.

- Tað er brúk fiskivinnureformi
- Tað er brúk fyri kommunureformi
- Tað er brúk fyri reformi á almannaøkinum
- Tað er brúk fyri sjúkrahúsreformi
- Tað er brúk fyri skúlareformi
- Tað er brúk fyri reformi av almennu umsitingini

Nakrir av hesum reformum eru nevndir í ólavsøkurøðuni í ár, sum ætlanir hesa tingsetuna, og teir eru eisini nevndir áður. Men nýggja tingárið var ikki nógvar tímar gamalt, áðrenn vit hoyrdu røddirnar um “ikki at vilja”.

Ørðvísi meirilutar
Tí eru tíverri rættiliga greið tekin um, at viljin ikki at vilja verður við yvirlutan í samgonguhøpi í øllum førum og reformarnir verða av ongum, um ikki nýggja og frálíka parlamentariska samstarvið ímillum allar flokkar á tingi úr bæði samgongu og andstøðu tekur ábyrgdina á seg at fremja teir týdningarmestu av reformunum áðrenn valskeiðið er lokið. Um ikki, so kunnu vit aftur dvølja við tankan, hvørt viljin snýr seg um samfelagið ella egið starv og um, hvørt hetta er álitsvekjandi mótvegis okkara arbeiðsgevara, føroyska fólkinum...

Eg velji at seta mítt álit á ábyrgdarfulla parlamentariska samstarvið millum allar flokkarnar... Og í hesum sambandi vil eg geva andstøðuni rós fyri ábyrgdarfullan leiklut í farnu tingsetu.