Tað er eingin ivi um, at tað var bretska luttøkan í Irak-krígnum, sum gjørdi, at meirilutin hjá bretska arbeiðaraflokkinum minkaði úr 161 í 67 limir í undirhúsinum, og tað eigur at fáa avleiðingar fyri formannin.
Tað halda í hvussu er fleiri týðandi limir í flokkinum. Ein teirra er fyrrverandi uttanríkisráðharrin Robin Cook, sum legði frá sær júst fyri at mótmæla krígnum í Irak. Hann sigur, at sjálvandi skal Blair hava rós fyri at hava vunnið tað triðja valið á rað, men tíðin er kortini komin til at finna ein annan floksleiðara, heldur hann.
-Spurningurin er, um hetta ikki júst er tann rætta løtan til at finna flokkinum annan leiðara, sum kann sameina flokkin aftur, segði Robin Cook við BBC um vikuskiftið.
Hann er ikki tann einasti politikarin í Labour, sum mælir Blair til at leggja frá sær. Einstakir aðrir hava sagt, at Blair eigur at fara frá um eitt ella kanska hálvtannað ár, og at tann væl umtókti fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, eigur at taka við.