Vilja yvitaka fólkakirkjuna um tvey ár

.

Týsdagin legði tjóðveldisflokkurin uppskot fyri tingð um at yvirtaka fólkakirkjuna 1. januar í 2000.

Flokkurin mælir til at seta eina fimm-manna fólkakirkjunevnd av fyrireika yvirtøkuna. Í nevndini skulu vera tveir prestar, ein kirkjuráðslimur, ein búskaparfrøðingur og ein løgfrøðingur.

Nevndin skal skapa neyðuga grundarlagið fyri samráðingunum ímillum føroyingar og danir um yvirtøkuna. Men og hon fær eisini

heimild at viðgera allar fólkakirkjuligar spurningar, hon heldur hava týdning.

Nevndin skal fáa sær skrivara, sum skal verða løgfrøðingur, ella hava aðra samfelagsyrkisliga útbúgving.

Tjóðveldisflokkurin mælir til at nevndin fær upp til 600.000 krónur at arbeiða fyri,

Tjóðveldisflokkurin sigur, at hetta er stórt og umfatandi nevndararbeiði, og tí eigur nevndin at fáa góða tíð at viðgera málið. Flokkurin heldur, at hóskandi hevði verið, at nevndin var liðu á ólavsøku í 1999.


Hetta er rætta løtan

Tjóðveldisflokkurin heldur, at hetta er rætta løtan at yvirtaka fólkakirkjuna.

Í 1990 fingu føroyingar sítt egna biskupsdømi, og tað fegnaðust flestu føroyingar um.

? Tá fekst ikki meiriluti fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, men vit hildu, at tað var fyrsta stigið til at fólkakirkjan var yvirtikin.

Fólkakirkjan er B-mál í heimastýrislógini, sum merkir, at samráðingar mugu verða við danir um yvirtøkuna.

Tjóðveldisflokkurin sigur, at tað er ein misskiljing, tá ið mio g halda, at danir betala alla fólkakirkjuna.

?Føroyingar rinda umleið tveir triðingarav tí, kirjna kostar.

Hetta heldur tjóðveldisflokkurin er rættiliga órímiligt.

?Reglan um, at tann ið skal gjalda, eisini skal valda, er ikki fygld.