Føroyska Dátueftirlitið hevur nú sent Facebook fyrispurningar um persónsupplýsingar á Facebook.
Hetta verður gjørt saman við dátueftirlitunum í hinum Norðurlondum
- Facebook savnar inn, skrásetir og gevur víðari eina rúgvu av upplýsingum um borgararnar, eisini borgararnar í Norðurlondum, staðfestir Dátueftirlitið.
- Facebook letur eisini brúkarunum nógvar upplýsingar og valmøguleikar.
- Men tað er ógreitt, hvussu nógvir upplýsingar, Facebook í veruleikanum savnar inn, og hvat upplýsingarnir verða brúktir til.
Tí hava øll norðurlendsku dátueftirlitini nú í felag avgjørt, at tey vilja hava meiri at vita um, hvat Facebook brúka upplýsingarnar til.
Endamálið er at fáa meiri at vita um, hvussu Facebook viðger, brúkar og letur víðari persónsupplýsingar.
Facebook hevur til síðst í august at svara spurningunum
Eitt, sum Norðurlendsku dátueftirlitini eru áhugað í, er, hvørja áskoðanin Facebook hevur til persónsverndar-uppsetingar hjá limunum.
- Hetta er galdandi bæði fyri teir partar av pallinum, sum Facebook sjálvt hevur eftirlit við og fyri tænastur ella forrit frá triðjaparti.
- Hvussu nógv eftirlit hava limirnir sjálvir við hesum uppsetingum, og í hvønn mun hava Facebook og triðipartur møguleika fyri at broyta tær?
Dátueftirlitini vilja eisini vita, um persónsupplýsingar og IP-bústaðir verða latin víðari til triðjapart, eitt nú sølufólki ella fólki, sum bjóða fram tænastur ella forrit á pallinum hjá Facebook.
Í hesum sambandi kunnu t.d. nevnast Zinga.com Farmville, Pandora Personalised Music, og Rotten Tomatoes Friends removal request.
Men Dátueftirlitini vilja somuleiðis vita, hvørjir upplýsingar verða goymdir um tey, sum ikki eru limir í Facebook.
Gjøgnum funkurnar Like, Friend-finder og the face-recognition, kunnu Facebook-limir eyðmerkja teldupostbústaðir og myndir soleiðis, at Facebook kann fáa atgongd til upplýsingar um ikki-limir.
- Verða hesir upplýsingar goymdir, hava, tey, sum ikki eru limir, lítlan ella ongan møguleika fyri at hava eftirlit við, hvussu teirra persónsupplýsingar ferðast, sigur Dátueftirlitið.