Vilja verja børn móti ágangi

Í vikuni sá eitt felag, sum vil verja børn móti kynsligum ágangi, dagsins ljós. Felagið »Verjið børnini« varð stovnað mánakvøldið í Klaksvík.

Felagið sigur í tíðindaskrivi soleiðis um endamálið:

»Endamálið hjá felaginum er at verja børn. Felagið ynskir at vera rødd barnana, ið tosar, har tey ikki sjálvi megna at siga frá. Vit ynskja at ávirka samfelagið, soleiðis at børnini verða sædd og hoyrd. Vit ynskja at varpa ljós á trupulleikarnar, sum hesi sviknu børn fara ígjøgnum og ávirka og broyta ta politisku og almennu skipanina til frama fyri børnini«.

Sagt verður, at fyrsta stig felagsins er at basa pedofili.

»Í øldir hava pedofilar sloppið at gjørt skaða í okkara samfelag. Vápnið, ið teir hava nýtt, er tøgnin. Tíðini er komin at bróta tøgnina. Tað skulu vera børnini, ið vera sett í hásætið, verða hoyrd og vard. Ikki pedofilarnir«.

Grundarsjónarmiðini hjá felagnum eru hesi:

• Vit krevja størri revsing fyri pedofilar, sum gera seg inn á børn í Føroyum

• Vit vilja ikki tiga

• Vit vilja bróta tøgnina

• Vit vilja verja børnini

• Vit vilja tryggja, at umhvørvið, har børnini eru, er trygt gjøgnum kunning og viðgerð fyri pedofilum.

• Vit vilja, at børn í Føroyum skulu hjálpast og verjast undir góðum, tryggum og hóskandi umstøðum.

• Vit vilja lata ivan koma barninum til góðar.