- Ein av okkara høvuðsavbjóðingum í framtíðini verður at vaksa um kamarskapasitetin, so vit kunnu taka ímóti einum størri tali av ferðafólki.
Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyar samtakinum, sum í dag helt rundan dag. 30 ár eru liðin, síðani gistingarhúsið við Oyggjarvegin lat upp, og 80 ár eru liðin, síðani Hotel Føroyar fór undir sítt virksemi.
Hotel Føroyar hevur fýrafaldað sín umsetning seinastu 10 árini, men hotellstjórin vil vaksa enn meira um virksemið komandi árini.
- Vit vilja vaksa við eini vaksandi ferðavinnu, menna okkara tænastur og betra tær, helst eisini koma við onkrum nýggjum tænastum og styrkja fakliga førleikan, sigur Johannes Jensen.
Niðan fyri ber til at hoyra samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Johannes Jensen á føðingardagshaldinum í dag.