Vilja tvífalda lønina hjá Heðin Mortensen

Hann vil sleppa at vera borgarstjóri í fulla tíð, samstundis sum hann er løgtingsmaður

Í dag fer Tórshavnar Býráð at viðgera spurningin, um Heðin Mortensen framhaldandi skal sleppa at vera borgarstjóri í fulla tíð, samstundis sum at hann er valdur á Føroya Løgting.

 

Tá ið borgarstjóri sum er settur fulla tíð, verður valdur á løgting, skal hann leggja øll onnur almenn álitisstørv frá sær.

 

Men Býráðið kann kortini samtykkja at geva einum borgarstjóri loyvi til at halda fram sum borgarstjóri í fulla tíð, hóast hann er valdur í Løgtingið.

 

Og nú hevur Heðin Mortensen heitt á býráðið um at samtykkja, at hann kann røkja starvið sum løgtingslimur umframt hann er borgarstjóri í fulla tíð.

 

Og tað fer býráðið at taka støðu til í dag.