Kravið um at føroyingar, sum koma til Noregs, skulu í sóttarhald, eigur at verða strikað. Tað mælir Folkehelseinstituttet í Noregi til. Tað sama ger seg galdandi fyri tríggjar landspartar í Finnlandi, men fyri Norðurlond annars, fyri ES og Shengenøkið, verður ikki mælt til at gera nakra broyting.
Folkehelseinstituttet ger hvørja viku eina frágreiðing til norsku stjórnina um, hvørji lond hava so gott tamarhald á koronu, at kravið um, at fólk, sum koma haðani, skulu í sóttarhald, tá ið tey koma til Noregs, eigur at verða strikað.
Og hesa vikuna mælir Folkehelseinstituttet til, at strika kravið um, at føroyingar, sum koma til Noregs, skulu í sóttarhald, tí støðan er so góð her og tað verður galdandi frá leygardagin.
Hetta fer at gera tað munandi lættari hjá føroyingum, sum fara til Noregs, sum ferðadólk, vinnilívsfólk, ella arbeiðsfólk.