Vilja strika danskt pant í Føroyum

Hava verið á fundi við danska umhvørvismálaráðharran um málið

Landstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, og føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, hava verið á fundi við danska umhvørvismálaráðharran Magnus Heunicke.

 

Endamálið við fundinum var at byrja tilgongdina at strika danskt pant á fløskum og dósum, sum verða útfluttar frá Danmark til Føroyar, fyri at steðga dálkandi útflutninginum av tómum fløskum og dósum aftur til Danmarkar, hóast vit í Føroyum kunnu taka hond um tær.

 

Galdandi lóggáva í Danmark ásetur, at danskir framleiðarar skulu uppkrevja danskt pant fyri tær vørur, sum teir marknaðarføra í Danmark.

 

Orsaka av tí tætta sambandinum, sum er millum tann danska og føroyska marknaðinum fyri matvørur, verður nógv av tí, sum er pantálagt í Danmark eisini útflutt til Føroyar við donskum panti.

 

Fyri at fáa tað danska panti aftur, mugu føroyskir innflytarar senda hesi tómu íløtini niður aftur til Dansk Retursystem í heilum líki, so tey kunnu blíva tald upp.

 

At flyta stórar mongdir av heilum íløtum, sum fyri tað mesta bara er luft, við skipi til Danmarkar er dálkandi, og ger eisini vøruna dýrari fyri tann føroyska brúkaran.

 

Umhvørvismálaráðharrin segði, at hann fór at arbeiða fyri eini lógarbroyting, sum loyvdi undantak frá donskum panti fyri vørum útfluttar til Føroyar.