Fyritøkur, sum sneyta runt á eitt nú Facebook-profilum hjá umsøkjarum ella starvsfólki, bróta eftir øllum at døma ES lóggávu.
Tað skrivar Financial Times.
Sambært blaðnum siga 60 prosent av fyritøkum í ES, at tær hyggja eftir vangamyndum hjá fólki á sosialum miðlum í sambandi við starvssetanir.
Sonevndi Grein-29 arbeiðsbólkurin hjá ES, sum fæst við dátueftirlit, sigur, at frameftir skulu fyritøkur hava eina grundaða og viðkomandi orsøk til at kanna persónligar vangamyndir á sosialum miðlum, áðrenn tey seta fólk í starv.
Eisini skulu arbeiðsgevarar í starvslýsingum boða frá, um teir ætla sær at kanna sosialu miðlarnar í sambandi við starvssetanina.
Grein-29 arbeiðsbólkurin hevur vanliga stóra ávirkan á, hvussu lógir í ES verða tulkaðar, og serfrøðingur í dátueftirliti sigur við Financial Times, at hann roknar við, at ES londini fara at laga sínar greiningar av lógunum eftir tí, sum arbeiðsbólkurin sigur.










