Vilja sleppa undan leysgangandi hundum

Vit koma øll í ringt orð og tí vilja vit hava allar hundaeigarar at vísa ábyrgd

- Hetta setir okkum, sum eiga hund í ringt orð.

 

Tað sigur Fríhild Debes, forkvinna í Føroya civila Hundaførarafelag, FcH. Og tað, hon sipar til, er tann stóri trupulleiki, sum er nógvastaðni av hundum, sum ganga leysir.

 

Hon sigur, at FcH fer nú undir eitt átak í eini roynd at basa trupulleikanum við leysgangandi hundum.

 

- Leysgangandi hundar eru ein stórur trupulleiki summastaðni og tað er harmiligt, tí tað setir allar hundaeigarar í ringt orð, eisini okkum, sum ansa væl eftir okkara hundum, sigur hon.

 

Hon heldur, at tað eru ikki akkurát so nógvir hundar, sum ganga leysir. Men tað eru teir somu, fáu hundarnir, sum ferð eftir ferð ganga leysir og gera ónáðir. Og trupulleikin er stórur, og hann er afturvendandi.

 

Hinvegin heldur hon, at tað kann vera ringt at vita akkurát, hvussu umfatandi  trupulleikin er, tí tað tað er ikki óvanligt ímillum føroyingar, at slíkir trupulleikar verða avgreiddir á staðnum, uttan at blanda aðrar myndugleikar upp í.

 

- Rennur ein hundur eftir seyði, verður syrgt fyri, at hundurin verður avlívaður og so verður ikki gjørt meiri við tað, heldur Fríðhld Debes.

 

Hon sigur, at vit hava eina hundalóg í Føroyum, og hon sigur greitt, at hundur skal vera í bandi. Spurningurin er bara, hvør skal útinna lógina í verki, tí løgreglan staðfestur, at tey hava ikki manning til at ansa eftir leysgangandi hundum.

 

Onkrar kommunur hava eisini serligar viðtøkur um hundahald, men hóast hetta, so frætta vit alt ov ofta um leysgangandi hundar, ið eru til ónáðir fyri onnur, sigur forkvinnan í FcH.

 

- Vit, sum eiga hund, og sum ansa eftir teimum, kunnu ikki góðtaka, at summir hundaeigarar eru so ábyrgdarleysir, at teir lata hundin ganga leysan og gera ónáðir, tí tað rakar okkum øll.

 

- Tað kann ikki góðtakast, at børn og vaksin skulu vera í vanda fyri at verða álopin og meiðslað av hundi, tá ið tey ferðast í almenna rúminum. Og tað kann heldur ikki góðtakast, at vandi skal vera fyri, at hundur, sum er í bandi, verður álopin og meiðslaður av leysgangandi hundum.

 

- Tað eru eisini fólk, sum eru bangin fyri hundum, og tey hava eisini krav upp á at føla seg trygg, sigur forkvinnan í Føroya civila Hundaførarafelag.

 

Fríðhild Debes veit kortini ikki, hvat felagið kann gera við trupulleikan.

- Men vit fara nú undir eina roynd at varpa ljós á hann, og so kunnu vit tala til samvitskuna hjá teimum, sum eiga hund, og royna at fáa tey at síggja álvaran í at ansa betri eftir hundinum, sigur hon.