Vilja sleppa undan at hava umboð kring landið

Tað er stirvið og ótíðarhóskandi, sigur nevndin í Fiskimannafelagnum

Nevndin í Fiskimannafelagnum fer nú at gera enn eina roynd at strika skipanina, har fiskimannafelagið hevur sóknarformenn í hvørjum øki í Føroyum

 

Ein roynd varð gjørd fyri tveimum árum síðani, men tá miseydnaðist tað akkurát, tí tá vóru 20 atkvøður fyri, og 21 atkvøður ímóti.

 

Men á landsfundinum, sum verður hósdagin verður roynt einaferð afturat, sigur Fiskimannafelagið í eini fráboðan í morgun.

 

– Sóknarformenninir høvdu stóran týdning, tá limatalið hjá Fiskimannafelagnum var fleiri ferðir størri enn tað er nú, samstundis sum samskiftismøguleikarnir vóru nógv verri enn, sigur Fiskimannafelagið.

 

Men tey halda, at tíðin er farin frá skipanini.

 

– Tað gongur striltið yvirhøvur at manna fleiri av sóknunum við sóknarformonnum, og harafturat er skipanin bæði stirvin og tvørlig

 

Tað hevur annars verið ført fram, at sóknarformenninir møta á landsfundi, og at tað hevði mangan verið tómligt møttu teir ikki.

 

– Tað er helst eisini rætt, at soleiðis hevur verið. Men tað kann ikki verða einasta orsøkin til at varðveita skipanina. Limirnir eiga at hava áhuga at møta landsfundi at gera sína ávirkan galdandi, sjálvt um teir ikki eru sóknarformenn, sigur Fiskimannafelagið.