Vilja seta ferð á føroyska skipaskráseting

Tveir lærarar á Føroya Sjómansskúla, Sjúrður Guðjónsson og Kristin Rasmussen, hava tikið stig til stóra ráðstevnu um altjóða skipaskráseting í komandi viku, tí teir halda, at altjóða skipaskráseting kann gera mun í Føroyum

Hóast føroyingar í mong ár hava havt eina altjóða skipaskráseting, so eru bert nøkur heilt fáa útlendsk skip í føroysku skipaskrásetingini. Hetta halda menn á Føroya Sjómansskúla verða stórt spell, og teir royna tí nú at birta undir aftur kjakið, um tað ikki er rætt at fáa lagt lunnar undir eina altjóða føroyska skipaskráseting, ið kann verða freistandi fyri útlendsk reiðaríir.

Lagast til tørvin
Teir báðir lærararnir á sjómansskúlanum, Sjúrður Guðjónsson og Kristin Rasmussen, eru millum teirra, ið halda, at vit sum skjótast eiga at fáa broytt okkara altjóða skipaskráseting, soleiðis at hon gerst meiri áhugaverd fyri útlendingar.
Teir siga, at tað er neyðugt hjá føroyingum at fara út og spyrja útlendsk reiðarí, hvat tey vilja hava, og hvat teimum tørvar fyri møguliga at skráseta síni skip í Føroyum.
? Vit noyðast at hugsa um nýggjar vinnuvegir, og hetta er avgjørt ein vinnuvegir, ið kann gerast serstakliga áhugaverdur fyri føroyska samfelagið. Vit skulu minnast til, at fáa vit nógv fremmand skip í okkara skráseting, so gevur hetta økt virksemi til nógvar vinnubólkar, so sum umboðsvirksemi, skrásetingar-, eftirlitsvirksemi, banka- og tryggingarvirksemi, advokatvirksemi umframt mangt annað, sigur Sjúrður Guðjónsson, sum tó leggur afturat, at talan í fyrstu atløgu neyvan verður um fleiri arbeiðspláss til føroyingar á sjónum.
- Tað er tó av alstórum týdningi, at vit ikki bara fara út við onkrum hálvum. Tað skal verða ordiligt og áhugavert fyri kundarnar, tí annars spyrst onki burturúr. Er okkara tilboð ikki meiri enn næstbest, so koma vit ongan ongan veg, tí tað ryktast so ómetaliga skjótt í vinnuni, hvussu tær ymisku skipaskrásetingarnar eru, sigur Sjúrður Guðjónsson.

Onnur oyggjasamfeløg eru frammalaga
Fleiri oyggjasamfeløg kring heimin eru frammalaga á skipaskrásetingarmarknaðinum, vísa teir báðir sjómansskúlalærararnir á. Eitt nú hevur Isle of Man eini 400 til 500 útlendsk skip í sínari skipan, og harav eru eini 70 teirra donsk.
Teir báðir lærararnir meta, at fara føroyingar í næstum av álvara undir at gera nakað við sína altjóða skipaskráseting, er ikki óhugsandi, at vit um eini 10 ár hava okkurt um 500 fremmand skip í skrásetingini, um karmarnir eru teir røttu.
Tað er tó av stórum týdningi, at rætt verður borið at. Sjúrður Guðjónsson og Kristin Rasmussen siga, at tað er alneyðugt, at Føroya Landsstýri tekur fyrsta stigið til at fáa karmarnar í rættlag. Her verður hugsað um eina nýggja skrásetingarlóg og eina serliga skattalóg fyri hesi skip.
Áðrenn hettta verður gjørt, er tó neyðugt hjá føroysku myndugleikunum at fara út til møguligu kundarnar at kanna, hvat ið teir høvdu ynskt sær av einari føroyskari altjóða skipaskráseting. Tá ið hetta er gjørt, kunnu karmarnir tillagast, og síðani skal skipaskrásetingin marknaðarførast uttanlands. Sjálv marknaðarføringin noyðist ikki at gerast so kostnaðarmikil, siga teir báðir sjómansskúlalærararnir, tí er skipanin góð, ryktast tað ógvuliga skjótt í vinnuni um hana.

Avbjóðing fyri Sjómansskúlan
Fæst gongd av álvara á eina slíka skipaskráseting, fer hetta eisini at seta krøv til Føroya Sjómansskúla og aðrar maritimar skúlar, siga teir báðir lærararnir á skúlanum.
- Skúlin noyðist so at koma inn við serkunnleika og skipa fyri skeiðum um serføroysk fyribrigdi, eitt nú á lógar- , trygdar- og heilsuøkinum, ið teir útlendsku yvirmenninir noyðast at kenna til, sigur Sjúrður Guðjónsson. Somuleiðis heldur hann, at ein slík skipan í longdini eisini kann hava eitt positivt árin á áhugan fyri at fara undir útbúgving á skúlanum.
Tí skipar Føroya Sjómansskúli fríggjadagin 29 oktobur fyri einari ráðstevnu um altjóða skipaskráseting. Fyrireikararnir siga seg vóna, at ráðstevnan kann verða ein neisti til eina veruliga politiska viðgerð av hesum evnum.
Á ráðstevnuni luttaka eitt nú landsstýrismenninir Bjørn Kalsø og Bárður Nielsen, ið skulu svara spurningum viðvíkjandi málinum. Harumframt verður undirstjórin í Dansk Rederiforening, Jan Frits Hansen, við, og hann fer at greiða frá, hvørji krøv, ið reiðarar seta til eitt land, ið vil verða við í kappingini um skráseting av skipum.
Aðrir, ið taka lut á ráðstevnuni, eru eitt nú Óli Hans H. Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum og Kristin Rasmussen, sjómansskúlalærari.