Heini Hanusarson, sum við fimm málum var føroyskur toppskjútti mikukvøldið, væntar ein torførari dyst í Appenzell í morgin, tí tá eru sveisararnir á heimavølli, har teir vilja vísa, hvør dugur er í teimum.
– Eg kenni til tað niðrifrá, at á útivølli kunnu úrslitini ofta vera eini fimm til átta mál verri. Soleiðis plagar tað at vera, men tað kann væl vera, at tað verður líka so frægt sum á heimavølli. Tað vóna við í øllum førum, sigur hann.
– Men vit mugu ið hvussu er spæla nakað væl betri, enn vit gjørdu mikukvøldið, um vit skulu fáa eitt gott úrslit. Tað fara vit at royna, og eg vil gjarna hava munin at koma niður um fimm mál.
Lovar skarpan gang
Dia Midjord, landsliðsvenjari, vónar at fáa ein góðan dyst ímóti Sveis í annaðkvøld, og hann heldur lykilin til tað vera, at føroysku spælararnir skulu vera nóg raskir at renna aftur, tá teir hava skorað ella brent.
– Vit vita jú, at sveisiska liðið tekniskt ikki er á so høgum stigi sum hini liðini, vit hava spælt ímóti, men kropsliga eru spælararnir øgiliga væl fyri, sigur hann.
– Munurin nýtist ikki at vera so stórur sum sjey mál, og vit vóru altso nær við at halda honum niðri á fimm málum mikukvøldið. Eg veit so ikki, um vit vinna niðri í Sveis, men vit skulu geva teimum ein skarpan gang. Tað lovi eg.