Nýggi venjarin hjá AGF, Ove Pedersen, hevur tað trupult í hesum døgum. Felagið úr næststørsta danska býnum liggur í løtuni til niðurflyting úr superliguni, og tað skal nakað heilt serligt til,um felagið skal bjarga sær lívinum í bestu deildini. Sunnudagin gekk aftur av skriðuni til, og liðið tapti 3-1 ímóti FC Nordsjælland.- Eg tími ikki at gera metingar um, hvat vit kunnu náa og ikki. Málið hjá okkum er nú, at vit koma at líkjast einum fótbótsliði aftur so lítið er málið í løtuni, sigur Ove Pedersen við Ritzau.