Vilja ikki loyva fosturtøku tí at fostrið ber brek

Sjúkur og brek skulu ikki lúkast úr samfelagnum við fosturtøkum, var ein niðurstøða á kjakfundi í Havn um fosturtøku

Øll børn skulu vera vælkomin í hendan heimin, eisini tey, sum bera brek.

 

Tað er í hvussu so er eitt, politikararnir, sum vóru við á kjakfundi í Miðlahúsinum mikukvøldið, eru samdir um.

 

Hóast Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum, eru ósamd um nógvar spurningar í sambandi við fosturtøku, eru tey í hvussu so er samd um eitt. Og tað er, ein kvinna skal ikki kunna fáa fosturtøku við teirri grundgeving at fostrið ber brek.

 

Fosturtøkulógin skal ikki brúkast til at sálda ávísar sjúkur, og ávís brek úr samfelagnum, halda tey øll trý.

 

Jógvan á Lakjuni ávaraði staðiliga ímóti tí rákinum, sum er í øðrum longum, at kvinnur fáa fosturtøku við teirri grundgeving, at fostrið ber brek.

 

– Tað eru lond, sum reypa sær av, at har verður ongin føddur longur við downs syndrom, staðfestir hann.

 

Hann helt ikki, at tað var nakað at reypa sær av. Tvørtur ímóti helt hann tað vera «so óhugnaligt, at tað er ikki orð fyri tí«, sum hann málbar seg. Og hann vísti samstundis á, at tað seinasta er, at nú fáa kvinnur eisini fosturtøku, tí barnið, tær bera, ikki av av tí kyni, tær vilja hava.

 

Og hann helt, at einasti máti at tryggja sær, at vit sleppa undan slíkum, er at bannað fosturtøku, tí so er møguleikin ikki til staðar yvirhøvur

 

Annita á Fríðriksmørk er púra samd í, at ein sjúka, ella eitt brek skal ikki vera avgerandi fyri um eitt fostur verður tikið, ella ikki, tí øll børn skulu vera vælkomin. Men hinvegin er tað ábyrgdin hjá samfelagnum at hava góðar, sosialar skipanir.

 

Helena Dam á Neystabø tekur fult undir við, at fosturtøkulógin skal ikki brúkast til at reinsa nakrar sjúkur, og ávís brek, úr samfelagnum, tí tað er «heilt burturvið«, sum hon sigur.

 

– Tað almenna skal ikki eggja nakrari kvinnu til fosturtøku, men tvørtur ímóti skal samfelagið stuðla uppundir at barnið verður føtt.

 

Men hon heitir samstundis á tey, sum taka lut í kjakinum, um at vanda sær um orðini, tí tað er so skjótt, at orðaskiftið kann hava keðiliga ávirkan á tær kvinnur, sum hava fingð fosturtøku.

 

– Vit mugu ikki koma hartil at tær føla seg kriminaliseraðar, heldur hon.

 

Hon vónar, at etiska ráðið, sum nú fer til vera, fer at taka júst hendan spurningin upp. Men hon vísir samstundis á, at hetta er eitt heilt annað kjak, spurningurin um vit skulu hava fría fosturtøku, ella ikki.

 

– Tað er kvinnan eigur endaligu avgerðina um hon vil hava fosturtøku, ella ikki. Men eitt brek skal ikki vera orsøkin til fosturtøku. Talan er um ein nógv størri spurning enn so, og eitt menniskja, ið ber brek, hevur akkurát líka góð mannarættindi sum øll onnur, heldur Helena Dam á Neystabø.

Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, segði ikki sína hugsan um akkurát hendan spurningin. Men hann staðfesti, at fosturtøka kann verða loyvd undir serligum umstøðum.  Men tað skal ikki vera av sosialum og fíggjarligum áðum, tí tá eigur samfelagið at taka um endan.