Vilja ikki longur vera skrellipláss hjá avbygdafólki

Nú mugu tey, sum eiga summarhús í bygdini taka ruskið við sær

Tey, sum eiga summarhús við Gjógv, skulu ikki longur sleppa at brúka bingjuplássið í bygdini. Tað hevur býráðið í Sunda kommunu, nú samtykt. Bingjuplássið við Gjógv stendur niðarliga í bygdini og tað krevur stórar ábøtur á hvørjum ári tí tað fer so illa av brimi. Tískil hevur tekniski leiðarin í kommununi biðið býráðið taka støðu til um bingjuplássið yvirhøvur skal vera við Gjógv.

 

– Við Gjógv eru sera fá fastbúgvandi fólk, og skulu tey av við annað enn vanligt rusk, verða tey víst til umhvørvisplássið við Streymin, sigur býráðið. Tað sum bingjan við Gjógv verður brúkt til, er til rusk frá húsum, har fólk ikki býr fast og tað er ein spurningur um tað er uppgávan hjá kommununi at heinta hetta ruskið.

 

Plássið, har ruskbingjan stendur, liggur væl fyri í bygdini, og hampar kommunan stykkið og setur borð og benkur upp um summarið, hevði hetta verðið ein perla fyri íbúgvar og ferðafólk.

 

Tí hevur býráðið nú samtykt at niðurleggja bingjuplássið og at flyta ruskbingjuna niðan til kampingøkið. Hereftir verða tað samstundis bara tey fastbúgvandi við Gjógv, sum fáa atgongd til tað.

 

Tað eru eini 20 fólk, sum eru skrásett at búgva við Gjógv og býráðslimir halda, at einfaldasta loysnin er, at hvørt húski fær ein lykil til ruskplássið, so kunnu tey brúka tað eftir tørvi.

 

Býráðslimir vísa eisini á, at ofta verður tað farið illa um ruskplássið. Rógvi Nybo, formaður í teknisku nevnd, segði, at tey hava nýliga verið við Gjógv eftir eitt vikuskiftið har nógv ungfólk høvdu verið í summarhúsum við Gjógv, og har fleyt alt við skrelli, sum var tveitt oman á ruskplássið.

 

Hann heldur eisini, at sum er, stendur tað á plásssinum við besta útsýninum út á sjógv, og samstundis fer tað illa av brimið. Tí heldur hann, at ruskplássið eigur at verða flutt, og so kann hvør húski fáa ein lykil. Hann ivast ikki í, at hetta verður ein betri tænasta til gjáarfólk, tí verður bingjan avmarkað til tey fastbúgvandi, verður altíð pláss í teimum, umframt at tey altíð sleppa á ruskplássið, eisini mitt á nátt um so skuldi verið.

 

Hann heldur, at ruskplássið skal vera til gagns fyri tey, sum búgva við Gjógv, so mugu tey, sum hava summarhús har, brúka ruskplássið í kommununi har tey búgva – ella kanska kunnu tey vísast til plássið við Streymin. At sleppa av við ruski, er so ikki ein tænasta, tey rinda fyri, staðfesti Rógvi Nybo.