Vilja ikki leggja saman

Kommunustýrið í Skálavík er ikki fyri at leggja saman við hinar kommunurnar í Sandoynni. Tað hevur ongan skund, so leingi sum eingin kennir fyrimunir og vansar við samanlegging, sigur Linjohn Cristiansen

Kommunustýrið á Sandi samtykti í seinastu viku einmælt at arbeiða fram ímóti at leggja saman við hinum kommununum í oynni, men skálvíkingar vilja ikki spæla við.
Málið var fyri á kommunustýrisfundinum hóskvøldið, og har var full semja um at gloyma alt um samanlegging í hesum umfarinum.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri sigur, at gott orðaskiftið var um evni á fundinum, og nógv sjónarmið vóru frammi.
Annars heldur hann tað vera nokkso stuttligt, at tá ið kommunustýrið í Skálavík eina ferð tók stig til at tosa um samanlegging, vildu aðrar kommunur ikki hava nakað fram alment um álið. Nú eru tað stóru kommunurnar, sum vilja leggja saman.
- Samanlegging er ikki fremst í huganum hjá okkum, tí vit eftirlýsa týðandi upplýsingar, sigur Linjohn Christiansen.
Við týðandi upplýsingar sipar hann til, at ongar grundgevingar eru komnar.

Hvat verður úrslitið?
- Hvat bjóðar ein samanlegging? Hvat gevur samanlegging okkum, og hvat verður tikið frá okkum? Vit vita tað ikki, sigur Linjohn Christiansen.
Hann sigur, at hvørja ferð nýtt landsstýrisfólk í kommunumálum verður valt, kemur viðkomandi við onkrum útspæli um samanlegging. Tað er bara eitt fingramerki við ongum ítøkiligum ætlanum. Ein dópsváttan, sigur Linjohn Christiansen.
- Vit hava einki beinleiðis ímóti samanlegging, men vit vita ov lítið um fyrimunir og vansar, sigur hann.
Linjohn Christiansen heldur, at samanlegging er eingin frelsandi eingil. Hann eftirlýsir eina bíliga og góða framtíðarloysn fyri alt landið. Politiska skipanin er ikki búgvin til at leggja fleiri øki út til kommunurnar at umsita.
- So leingi sum so er, hevði samanlegging verið ein vanlukka fyri okkum, sigur Linjohn Chritiansen.

Ov stirvið
Hann heldur verandi umsitingarligu skipan vera alt ov stirvna. Borgarstjórin vísir á, at nógvar skipanir, ið áttu at kunna avgreiðast eftir trimum minuttum, nú skulu svarast við einum ótali av spurningum, spurningar, ið eins væl kundu verið settir í London ella París. Linjohn Christiansen nevnir onkur dømi:
Eiararnir av tveimum neystagrundum á 50 metrar spurdu kommunustýrið um loyvi at leggja tær saman, so eitt nýtiligt neyst kundi byggjas á grundina.
- Allir spurningarnir, ið tá skuldu svarast, vístu týðiliga vandandi hugflog fyri effektiviteti og smidligfheit, sigur Linjohn Christiansen.
Eittt annað dømi var í sambandi við, at allar neystagrundir í bygdini við undantaki av fimm eru leigugrundir. Allar hava tær ábygt neyst.
- Eigararnir av neystunum á leigugrundunum spurdu kommununa um loyvi at keypa grundirnar. Kommunustýrið segði ja. Borgarstjórin setti seg so í samband við landsstýrið, men fekk noktandi svar, grundað á alment útboð. Halló, menninir eiga neystini, sigur Linjohn Christiansen.
- Eg spyrji bara, hvat hava vit nærumhvørvið til?
Linjohn Christiansen skilir væl, at fólk eru ivasam við kommunusamanlegging eftir búskaparligu skrædlini hjá landinum. Binda vit ikki um heilan fingur, kunnu økini skúli, eldraøki og kommunuálitið syndra samfelagið, bera vit okkum ikki rætt at.
- Trupulleikin er, at okkara politiska skipan er ov veik, og umsitingini vantar royndir og vitan.

Ymist fyri
Kommunurnar í Sandoynni samstarva um skúla, læknamiðstøð og barnavernd, men so hendi tað, at Sands kommuna ikki rindaði sín part til skúlan, og Skopunar kommuna kom í skuld til læknamiðstøðina. Samanlagt høvdu tær stóru kommunurnar 2,5 mió. krónur í skuld til samstørvini.
- Tá settu vit trumfin á, og endin var, at Gjaldstovan tók yvir, sigur Linjohn Christiansen.
Tað hoyrir við til søguna, at Skopunar kommuna og Sands kommuna, sum tykjast vera fyri samanlegging, báðar hava stóra skuld. Eysturbygdirnar hava ikki ett seg í so stóra skuld sum stóru bygdirnar.