Tað er ikki rætt, at politikarar blanda seg upp í, hvartrygdarútgerð skal setast upp. Tað halda umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen – og tað Kristin Michelsen, tingmaður Sjálvstýri, samdur í.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta tríggjar milliónir til trygdarútgerð í tunlunum Norður um Fjall og í øðrum tunlum, har tað treingir til.
Men tað tekur samgongan, og Kristin Michelsen, ikki undir við, og sostatt verður tað av ongum.
Teir vísa á, at Løgtingið játtar pengar til trygdina í vegakervinum, men tað er Landsverk, sum ger av, hvussu hon verður brúkt, og tað skulu politikarar ikki blanda seg upp í.
Teir vísa á, at Landsverk hevur gjørt púra greitt, at er trygdin ikki í lagi á einum vegastrekki, eini brúgv ella í einum tunli, verður farleiðin stongd beinanvegin. Tí eru allar tær farleiðir, sum eru opnar fyri ferðslu, tryggar at ferðast eftir, eisini tunlarnir norður um Fjall.
Hinvegin tekur minnilutin í Fíggjarnevndini, nevniliga Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang undir við málinum.
Tey vísa á, at í juli mánað kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum og í tí sambandi kom fram, at trygdarútgerð manglar uttan fyri tunnilin, bæði bummar og ávaringarljós. Samstundis boðaði Landsverk frá, at peningur er ikki tøkur til hesa útgerð.
– Undir viðgerðini í Fíggjarnevndini er tað eisini upplýst, Landsverk hevur játtan til at seta framkomna trygdarútgerð í allar tunlar. Tað varð eisini upplýst, at tað er ikki væntandi, at nakað verður gjørt við núverandi tunlar norður um Fjall, tí samgongan sigur, at nú verður farið undir nýggjar tunlar norður um Fjall .
– Landsverk hevur upplýst, at tað tekur eini fýra ár til nýggju tunlarnir norður um Fjall verða lidnir og vit halda, at tað er ov leingi at liva við manglandi trygdarútgerð í verandi tunlum, sigur minnilutin.