Vilja ikki hava skattalætta

Norska stjórnin hevur lovað fólkinum tólv milliardir krónur í skattalætta næsta ár, men nú siga nógvir norðmenn, at teir vilja ikki hava lættan.

Ein meiningakanning í blaðnum Dagsavisen í gjár avdúkaði, at 45 prosent av teimum spurdu mæla stjórnini frá at seta skattalættan í verk. 44 prosent vilja fegin hava lættan, tvey prosent siga, at tað ger teimum tað sama, og níggju prosent vita ikki, hvat er tað rætta. Tað eru serliga tey eldru, sum mæla stjórnini frá at seta skattalættan í verk. 60 prosent av teimum spurdu, sum eru oman fyri 60 ár, vilja ikki hava lættan. Bara 27 prosent siga ja.

Hjá teimum yngstu er støðan beint tann øvugta. Av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, siga 50 prosent, at tey vilja hava skattalættan, meðan 31 prosent halda, at skatturin er í lagi, sum hann er.