Vilja ikki góðtaka rullandi loyvi

Allur fiskur skal avreiðast í Føroyum fyri at skapa arbeiði

- Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at latin verða rullandi loyvi og óavmarkaður ognarrættur og ræðisrættur til vinnuna.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins, nú flokkurin hevur landsfund í morgun.

 

Hann ásannar, at broytingar eiga at verða gjørdar í fiskivinnuni

Eitt nú eigur fiskivinnuskipanin at byggja á grund­regl­una um at reka fiskivinnuna eftir marknaðartreytum, uttan rakstrarstuðul, og við støði í altjóða góð­kend­um reglum um burðadyggan fiskiskap.

 

- Grundar­lagið skal vera tann um­sit­ingarætlan, sum er gjørd og sum skal fylgjast, soleiðis, at vit fáa eina burðardygga stovnsrøkt og harvið størri úrtøku og inntøkur úr okkara fiska­stovnum.

 

- Allur fiskur eigur at landast um føroyskan kaikant fyri at skapa lønandi arbeiðs­pláss í vinnuni.

Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið, soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur eitt áramál inn í framtíðina.

 

- Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at latin verða rullandi loyvi og óavmarkaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna. Ræðisrætturin til føroyska tilfeingið skal verða á føroyskum hondum og ikki á útlendskum hondum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Sambandsflokkurin fer heldur ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðu­loyvum – hetta svarar til eina av­hand­an av ognar- og ræðisrættinum til bankarnar.

 

Hann sigur, at landsstýrið roynir enn at fáa allar flokkar at semjast um eina fiskivinnu­nýskipan. Men hann sigur, at í løtuni er ringt at meta um, antin tað fer at eydnast ella ikki.