Tað eru nógv ivamál, sum vit mugu fáa greiði á, áðrenn vit linka krøvini til, hvussu føroyskur matur, sum skal seljast, verður hagreiddur.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fólkaflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka allar forðingarnar fyri at selja føroyskan mat í handlum og á matstovum, hóast hann ikki er hagreiddur í løggildum virkjum og hjallum.
Treytin er, at tað altíð er framleiðarin, sum hevur ábyrgdina av, at maturin ikki er skaðiligur at eta.
Men í Arbeiðsgevarafelagnum eru tey alt annað enn sannførd.
Tey taka undir við, at forðingar fyri at selja føroyskan mat, verða linkaðar. Men tey eru eisini varin og gera greitt, at tað má skipast soleiðis, at handlar og matstovur ikki standa eftir við skyldini, skuldi onkur verðið sjúkur, ella enn verri, doyð, av onkum mati, sum ikki er rætt handfarin.
Tey vísa annars á, at tað eru virki, sum hava gjørt stórar íløgur í at halda galdandi lóggávu og í at fáa virki og hjallar løggild, og tær fyritøkur stúra nú fyri, at, at teirra kappingarføri fer at minkar stórliga.
Men annars halda tey, at skulu treytirnar linkast, má tað vera ein treyt, at vøran verður nágreiniliga merkt.
Harumframt mugu somu krøv setast til vørur sum ikki eru løggildar, sum tað verður sett til løggildar vørur, tá ið tað snýr seg um køliketu og flutning frá framleiðara til seljara.
- Somuleiðis, má ongin ivi vera um, at tað altíð skal bera til at finna fram til framleiðaran. Tað er altavgerandi, tá ið ábyrgd skal staðfestast, sigur Arbeiðsgevarafelagið, tí annars verður tað torført at staðfesta ábyrgd, og stórur vandi verður tá fyri, at trupulleikin endar hjá matstovuni.
- Matstovur kunnu tryggja seg ímóti sakarmálum, men spurningur er, um hesar tryggingar taka við, tá ið talan er um óløggildar vørur.
Arbeiðsgevarafelagið staðfestir eisini, at sjálv mælir ferðavinnan til, at ein loysn verður funnin saman við heilsufrøðiliga myndugleikanum og fram um alt skal hendan loysnin tryggja sporførið, soleiðis at ábyrgd kann staðfestast, um skaði stendst av vøruni.
- Annars er eingin ivi um, at tað er ein eftirspurningur eftir siðbundnum matvørum á heimamarknaðinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Men felagið heldur, at durasøla, ella kanska ein møguleiki at selja siðbundnar vørur á torgsølu, hevði loyst nøkur av ivamálunum.
- Men tá ið ein handil, ella ein matstova, ella okkurt annað millumlið, kemur ímillum brúkaran og framleiðaran, gerst støðan munandi meira ógreið, halda arbeiðsgevararnir.
Somuleiðis vísa Arbeiðsgevararnir á, at í grannalondum okkara vera heldur ikki undantøk gjørd, soleiðis sum ætlanin nú er at gera í Føroyum.
- Tey undantøk sum eru, eru sera avmarkað, og eru mest at líkna saman við durasølu og sølu í handilsfyritøkum, sum liggja stutt frá framleiðaranum, tó við avmarkingum í nøgdum.
- Í grannalondum okkara er eisiniheilsufrøðiligt eftirlit, tá ið dýr við heitum blóði verða slaktað.
- Høvuðsorsøkin er at minka um vandan fyri matvørubornari smittu. Tað eru sera fá undantøk frá hesi mannagongd, men í Noregi er eitt undantak, tí har sleppa sámar at slakta 10 reinsdjór um árið uttan heilsufrøðiligt eftirlit, siga Arbeiðsgevararnir.