Vit vilja tryggja okkum, at lív og heilsa ikki verða sett í vanda í einum verkfalli. Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Tað er eitt av teimum fremstu málunum hjá Fíggjarmálaráðnum í samráðingunum við Sjúkarøktarfrøðingarnir um ein nýggjan sáttmála.
Fleiri ferðir, tá ið heilsustarvsfólk hava verið í verkfalli, hevur eitt ávíst togarí verið um, hvørji undantøk skulu gerast frá verkfallinum fyri at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í vága.
Serliga seinast pedagogarnir vóru í verkfalli var hesin spurningurin nógv frammi, tí tá strongdi stjórin í Almannaverkinum á at fáa eina fasta mannagongd á hesum øki.
Í tí sambandi ávaraðu fakfeløgini staðiliga ímóti at røra rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall, tí tað er ein so grundleggjandi rættur, at hann skal ikki vikast.
Men nú samráðingarnir eru við sjúkrarøktarfrøðingarnar, er tað eitt høvuðsmál hjá Fíggjarmálaráðnum at fáa eina fasta skipan í sáttmálan sum tryggjar, at avgerðandi partar av heilsuverkinum okki vera lagdir lamnir, sama um verkfall er.
– Vit mugu fáa eina fasta skipan, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í váða í einum verkfalli, og at fólk, sum eru olla sjúk, fáa tað neyðugu viðgerðina, sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hann sigur, at tað er ein skipan er fingin í lag í øllum okkara grannalondum og tað eigur eisini at bera til hjá okkum eisini.
Hann sigur, at hevði verkfall rakt heilsuverkið í einum av okkara grannalondum, hevði tað ikki borið til at tikið fleiri sjúklingar skurðviðger, og aðrar viðgerðir, men tey, sum longu eru í viðgerð, høvdu ikki skulu sviðið fyri tað.
Leiðarin á lønardeildini sigur, at hetta er eitt ynski, Fíggjarmálaráðið hevur ført fram fyri øllum fakfeløgunum á økinum, men enn er tað ikki komið í nakran sáttmála. Men tað er eitt kraftigt ynski um at fáa tað við í teir næstu sáttmálarnar á heilsuøkinum og almannaøkinum.
Sostatt er tað ein staðiligt ynski hjá Fíggjarmálaráðnum, at vit fáa eina skipan, har ávísir sjúkrarøktarfrøðingar ikki skulu kunna fara í verkfall.
Skulu fakfeløg skerja verkfalsrættin hjá, plaga tey at krevja eina trivaliga lønarhækking fyri tað. Jan Mortensen sigur, at slíkt er altíð ein samráðingarspurningur og tað hevur hann onga viðmerking til.
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at verkfall er einasta vápn tey hava, tá ið allir aðrir møguleikar eru royndur til fánýtis. Hon sigur, at tey eru undir stórum trýsti við tí endamáli at fáa tær at góðtaka at avmarka rættin at fara í verkfall. Men verðurein ein slík skipan sett í verk, hevði tað trekt tenninar úr fakfeløgunum.
Hon stúrir eisini fyri, at fara tey í verkfall nú, fer Fíggjarmálaráðið at brúka høvið til at fáa Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum avmarkar rættin til at fara í verkfall.
Hon sigur eisini, at seinast sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli, góvu tey øll tey undantøk, biðið var um fyri at forða fyri, at lív og heilsa ikki varð sett í váða, tí tey eru fullgreið yvir, hvussu álvarsligt eitt verkfall í heilsuverkinum, er.