Útflutningur
? Vit vilja heldur líta frameftir.
Bakkafrost fer ikki at leggja endurgjaldskrav ímóti Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Tað hevur leiðslan á virkinum nú avgjørtt.
Bakkafrost umhugsaði annars at leggja endurgjaldskrav ímóti Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir art skuldsetingarnar um at Bakkafrost hevur útflutt laks, sum er deyður av ILA, eru sleptar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði herfyri Bakkafrost fyri fútanum fyri at hava útflutt laks, sum varð deyður av ILA.
Men niðurstøðan hjá fútanum var, at onki løgfrøðiligt hald var í málinum og tí varð ákæra ikki reist.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók hesa avgerð til eftirtektar og gjørdi somuleiðis av at sleppa málinum, heldur enn at víðari til ríkisákæran við tí.
Leggja hetta afturum
Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost segði tá, at virkið nú fór at umhugsa at krevja endurgjaldskrav frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at tann skaða, virkinum hevur verið fyri av at vera meldað av órøttum.
Men nú er leiðslan á Bakkafrost liðug at umhugsa málið.
?Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at krevja endurgjaldskrav frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at á Bakkafrost eru tey komin til ta niðurstøðu, at tað tænir øllum pørtum best at leggja hetta málið afturum.
? Farið er farið og vit hava gjørt av at leggja hetta málið afturum okkum. Hetta málið hevur fingið nóg mikið av viðgerð, so vit gera ikki meiri við tað.
? Ístaðin vilja vit líta frameftir og tað hava vit eisini mælt Heilsufrøðiligu Starvstovuni til at gera og so at báðir partar royna at fáa eitt so gott samstarv frameftir.
Tað merkir ikki, at tey á Bakkafrost eru samd við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um mátan, sum Starvsstovan hevur handfarið málið upp á.
?Heilsufrøðiliga Starvsstovan er ein stovnur, sum vit skulu hava samstarv við hvønn einasta dag og vit halda, at tað tænir øllum pørtum best at leggja hetta málið afturum og at royna at líta frameftir. Men tað vit hava at siga um hetta málið, hava vit sagt á røttum staði og vit ætla okkum ikki undir eina almenna viðgerð av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí tað tænir ongum endamáli, sigur Regin Jacobsen.