Vilja hava veruliga ávirkan

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er ónøgdur við, at andstøðan ikki er boðin við í fyrireikingararbeiði til nýggju fiskivinnuskipanina.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at Javnaðarflokkurin eru misnøgdir við, at teir ikki sleppa at vera við í arbeiðinum um nýggju fiskivinnuskipanina frá byrjan av.

- Tað hevur týdning at vit fáa eina breiða semju, so vit fáa eina stabila skipan, sum ikki verður broytt í tíð og ótíð.

 

Misnøgd í andstøðuni, vit føla at vit ikki sleppa at vera við í arbeiðinum.

 

Aksel V. Johannesen vísir á, at ætlanin nú er, at samgongan skal evna eitt uppskot til, sum skal leggjast fyri tingið og so skulu andstøðuflokkarnir fáa ávirkan á uppskotið.

- Tað er soleiðis, at tá eitt uppskot er komið í Løgtingið, eru rættiliga lítlir møguleikar at broyta uppskotið, og tað vilja vit ikki.

 

- Vit vilja gjarna vera við í arbeiðinum og um teir meina av fullum álvara, at teir vilja hava eitt breitt samstarv ella eina breiða semju, so ynskja vit at samgongan bjóðar andstøðuni við at sita til borðs, har uppskotið og lógarsemjurnar verða gjørdar.  

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Aksel V. Johannesen.