Donald Trump er ikki so fremmandur kortini. Ein kann siga, at helvtin av honum stavar úr norðuratlantshavinum.
Tað er nemliga so, at móðir hansara, Mary Anne MacLeod, er úr Tong á Isle of Lewis á Hebridunum.
Hetta merkir, at komandi amerikanski forsetin hevur leikrætt í serligu fótbóltskappingini Eilean an Fhraoich steypakappingini.
Har eru reglurnar nevniliga so, at líka mikið hvat lið, tú spælir fyri, so skalt tú í hesi steypakappingini spæla fyri býin, har antin tú ella foreldur tíni eru frá. Og lett til merkis, ert tú úr Stornoway og onga familju hevur uttan fyri býin, so sleppir tú ikki at spæla við - kappingin er einans fyri bygdafeløg.
Mary Anne MacLeod, móðir Donald Trump, fór úr Hebridunum til USA í 1930, 18 ára gomul. Í 1936 giftist hon Fred Trump í New York. Tey fingu fýra børn saman. Mary Anne MacLeod doyði í 2002, 90 ára gomul.
So er spurningurin, um tað eydnast Back FC at lokka Donald Trump at lata seg í gaggurnar og umboða felagið næsta ár.