Vilja hava ST at leggja uppí

Tann størsti uppreistrarfelagsskapurin í Sýrialandi krevur, at trygdarráðið hjá ST verður kallað saman til kreppufundar alt fyri eitt at viðgera støðuna í landinum. Kravið kemur eftir ein sera blóðugan dag í býnum Houla í gjár, har meiri enn 100 fólk lógu eftirá.

-Meiri enn 110 fólk doyðu, tá sýriskir hermenn lupu á. Summi doyðu av granatum, meðan onnur, teirra millum heil húski, vórðu skotin, stendur í einari fráboðan frá andstøðuráðnum SNR. Sýriski mannarættindafelagsskapurin, sum heldur til í London, sigur, at tað, sum hendi í Houla í gjár, var einki minni enn eitt hópdráp.

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, segði í gjár, at vandin fyri veruligum borgarakríggi í Sýrialandi er vaksin. Nú vil andstøðuráðið hava ST at leggja uppí.

-Trygdarráðið sigur at halda fund beinanvegin til at kanna støðuna og fyri at fáa staðfest hesi hópdrápini, stendur í einari kunngerð frá sýrisku andstøðuni.