Vilja hava snarfund um Grikkaland

Týskland og Frakland skjóta nú upp, at ES-leiðararnir skulu halda snarfund um kreppuna í Grikkalandi. Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hitti í dag týska kanslaran, Angelu Merkel. Støðan í Grikkalandi var høvuðsevnið á fundinum, og aftan á fundin segði Sarkozy, at tað hevur skund at viðgera griksku støðuna.

Merkel og Sarkozy søgdu, at tey eru samd um, at ES eigur at hjálpa Grikkalandi, men tey vildu ikki siga í smálutum, hvussu tað skal gerast.

Teir seinastu dagarnar hevur ófriður verið á altjóða virðisbrævamarknaðinum, tí fleiri búskaparfrøðingar siga seg ivast í, at Grikkaland verður ført fyri at gjalda ta ovurstóru skuldina.