Vilja hava skil á leigumálið

Tórshavnar býráð hevur sagt upp leigusáttmálan við LISA, Listafólkasamband Føroya, um Pætursarstovu.

LISA hevur í ártíggju hildið til í Pætursarstovu, men leigusáttmálin er ongantíð endurskoðaður, og ábyrgdin av viðlíkahaldi og øðrum er ongastaðni nevnd, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

LISA er farið at leitað eftir øðrum hølum, men sambært Heðin Mortensen skuldi tað ikki verið neyðugt. Tað skal bara fáast skil á sáttmálan, og LISA má gjarna vera har.

Men kommunan heldur tað ikki vera rætt, at eitt hús, sum stendur so væl fyri mitt í býnum, fyri tað mesta skal standa myrk og stongd.

- Húsið eigur at verða latið upp fyri tiltøkum, og har kann LISA eisini vera við, sigur Heðin Mortensen.