Vilja hava skattafíggjaða heilsutrygd

Landsfelag Pensjónista mótmælir og harmast um, at skipanin um heilsutrygd vendir tunga endan niðureftir.

Í skrivi til fjølmiðlarnar mótmælir Landsfelag Pensjónista, tí, sum Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, boðaði frá í útvarpinum, at nýggja skipanin um Heilsutrygd, ið ætlandi skal setast í gildi hin 1. januar 2010, ikki verður skattafíggjað við samhaldsføstum, prosentvísum gjaldi fyrstu árini. Landsstýrismaðurin boðaði frá, at nýggja heilsuskipanin verður fíggjað við krónugjaldi, ið verður eins høgt fyri øll.

- Landsfelag Pensjónista mótmælir og harmast hesa fráboðan um nevnda gjald, tí tað vendir tunga endan niðureftir, og mælir landsfelagið staðiliga til, at skipanin um Heilsutrygd í staðin verður samhaldsføst og skattafíggjað. Greið áseting má setast í komandi lóg um Heilsutrygd, ið staðfestir, at inngjaldið til Heilsutrygd verður samhaldsfast og skattafíggjað við einum prosentgjaldi.

Felagið vísir á, at ætlanin við at taka av aldargomlu føroysku sjúkrakassaskipanina var at gera hana um til eina samhaldsfasta nútíðar heilsuskipan - eftir norðurlendskum leisti - har tílíkar almennar vælferðarskipanir verða skattafíggjaðar við prosentvísum gjaldi ? hetta soleiðis at fólk við lágum inntøkum, so sum pensjónistar, tímalønt og onnur láglønt ? ikki skuldu gjalda líka nógv í inngjaldi til skipanina sum høgtlønt.

Vónandi og væntandi verður hesin sera prinsippielli partur um inngjald til nýggju skipanini um Heilsutrygd fingin upp á pláss í lógaruppskotinum um Heilsutrygd frá byrjan, soleiðis at beinanveg verður sett í uppskot til nýggju lógina um Heilsutrygd, at inngjaldið til skipanina verður eitt skattafíggjað prosentgjald.

- Einans soleiðis kunnu vit fáa eina veruliga samhaldsfasta heilsuskipan, sum er á hædd við samlíkar skipanir í øðrum norðurlondum, sigur nevndin í Landsfelag Pensjónista.