Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, hava flokkarnir í samgonguni lovað pensjónistum, at skattafría grundarupphæddin skal hækkað 580 krónur um mánaðin, og samgongan hevur eisini lovað pensjónistum, at úrgjaldið úr Samhaldsfasta skal vera skattafrítt.
– Og vit vænta av samgonguni, at hon fer at halda hesi bæði lyftini. Tað er boðskapurin í eini fráboðan frá Landsfelaginum hjá pensjónistunum í dag.
Tí eru tey ørkymlað av, at nú samgongan er skipað, er einki at frætta um hesi bæði lyftini.
– Í staðin fingu vit eina gátuføra frágreiðing um ein aldurstrygdargrunn, har allar almannapensjónir verða útgoldnar við eini skattafríari grundupphædd og eini skattskyldugari viðbót, ið gevur pensjónistum, sum einki annað hava enn pensjónina at liva av, meiri pening, siga tey í Landsfelagnum hjá pensjónistunum.
– Skulu pensjónistar sambært hesum enn einaferð lutast upp í fleiri bólkar, tá tað kemur til skattamál, spyrja tey í Landsfelagnum.
Hetta er ikki tað, sum lovað var okkum undan valinum, og sum lýst var við í stórum litføgrum lýsingum undan løgtingsvalinum, leggja tey afturat.
Tey vísa á, at eftir tí, sum sum er komið síðani samgongan varð skipað, fer Samhaldsfasti í søguna, og ístaðin skulu vit fáa ein gátuførum pensjónsgrunni, sum landið einki petti eigur í, men áðrenn valið var ikki eitt orð sagt um tað, vísir Landsfelagið á.
Trýst HER og les meiri um fráboðanina frá pensjónistunum til nýstovnaðu samgonguna.