Filmur
Avvarðandi hjá nøkrum ísraelsmonnum, sum eru deyðir í palestinskum atsóknum, krevja, at palestinski filmurin "Paradise Now" verður tikin burtur úr teirri árligu Oscar-kappingini, sum verður sunnudagin. Filmurin er annars innstillaður til kappingina sum besti útlendski filmur.
Tey avvarðandi í Ísrael vilja vera við, at filmurin ger sjálvmorðsbumbumenn til halgimenni, og at hyggjararnir fáa ta fatan, at ísraelska framferðin gevur ikki palestinum annað í at velja enn sjálvmorðsatsóknir. Tey siga seg eisini stúra fyri, at filmurin kann eggja til yvirgang.
Avvarðandi hjá 17 ísraelsmonnum, sum doyðu í einari sjálvmorðsatsókn í Haifa fyri trimum árum síðani, hava tikið stig til mótmælið. 124 sjálvmorðsatsóknir hava verið síðani 2000, og tær hava kostað 521 ísraelsmonnum lívið, skrivar AP.