Týskland og Frakland krevja nú, at ES skal samtykkja ein nýgjan sáttmála við fleiri nýskipanum, sum skulu tryggja evruna og hjálpa gjaldoyranum ígjøgnum kreppuna. Tað kunngjørdu Angela Merkel, kanslari, og Nicolas Sarkozy, forseti, aftan á ein fund í dag. Tey søgdu eisini, at uppskotið verður lagt fyri ES-forsetan, Herman VanRompuy, undan ES-toppfundinum, sum byrjar hósdagin.
Merkel og Sarkozy siga, at nýskipaninar skulu forða fyri, at tann ójavnin, sum hevur elvt til kreppuna í evrulondunum, skal endurtaka seg. Samstundis siga tey bæði, at ríkisleiðararnir í evrulondunum skulu hittast eina ferð um mánaðin, til skuldarkreppan er av.
Týski kanslarin og Franski forsetin siga, at tann nýggi sáttmálin skal helst umfata øll tey 27 ES-londini, men vilja hini 10 ikki, skal hann umfata tey 17 evrulondini, siga tey bæði.










